So kom kuffertið endiliga

Í limousinu sum svenska kongahúsið einaferð hevur brúkt, av sjáldsamum Volvo-slag. Fekk mær eitt prát við chaufførin, um Pál og støðuna í Serbia. Tað vísti seg tilfeldigvís at hann var kano-venjari sum hevði átt ein heiðursmerkjavinnara í World Cup, so hann var heilt við uppá at hetta var eitt sindur stórt, við Pál.

DSC_0134 Continue reading So kom kuffertið endiliga

Pál í Politiken

Soleiðis skrivar Politiken um Pál:

Tre guldmedaljer til færøsk langdistancesvømmer
Stævnets helt store profil var Pál Joensen, der blev den første færøske junioreuropamester nogen sinde.

Han vandt endda tre titler, 400, 800 og 1.500 meter fri, og kronede indsatsen ved at overtage den nordiske rekord i 800 meter fri fra den danske OL-deltager Mads Glæsner.

Pál Joensens 7.56,90 min. var lidt over et sekund hurtigere end Mads Glæsners rekordtid fra DM i Gladsaxe. Det var dog et atypisk løb, hvor Glæsner lykkedes med sin satsning på en dansk rekord på 400 meter fri, men efter et kort puster svømmede videre og satte rekord i 800 meter.

Continue reading Pál í Politiken

Nú eru vit lokalir

Koyrdu við einum taxa her í kvøld, út til splavirnar við Hotel Jugoslavia. Chaufførurin spurdi hvaðani vit vóru frá, og tá ið vit svaraðu “Farska Ostrava”, spurdi hann ovfarin um vit dugdu serbiskt. Noy noy, sjálvsagt ikki. “Jamen tit úttala tað jú perfekt”. Wauw 🙂

Ikki tí, vit báðir hava lært rættiliga nógv serbisk orð, tí tað er lættari í taxa-bilunum. Tašmajdan sjálvsagt, og Hotel Serbia; men eisini Continental og Strahinjića Bana, dobre veche, splav og bala (ella hvala, sum ljóðar sum bala), sum merkir takk. Royndu at læra orðið fyri kvittan eisini, við tað at tað hevði lætt um uppgávuna hjá Jón Brian at skaffa Miðlahúsinum rokningar fyri stríðið her; men tað er tíverri farið aftur. So vit siga bara receipt, og tekna í full speed í bilinum.

Námen, vit funnu út til splavirnar, og tær vóru so gott sum allar stongdar. Har var ein við nógvum og góðum lokalum tónleiki, men har stóðu tveir ovurvaksnir duravørðar og noktaðu okkum inn. Vit ikki rættiliga hví, men høvdu ikki hug at trætast við hesar kempur; millum annað tí at flottir bilar stóðu í túninum, og vit hava lisið okkum til at man ikki skal fara á støð í Beograd har ríkir menn støðast.

Try to avoid trendy clubs and bars that are full of rich men. They are prone to make trouble with or without a reason, and possibly carry firearm (although it is illegal in Serbia to carry them) You will recognize these clubs by the type of cars and motorbikes parked in front.

So vit gingu víðari og víðari, til vit funnu fittu splavuna Nikola. Hava so sitið og hugleitt har hugfarsliga, til tað bara vóru vit og politistarnir eftir, og bartendarin hevði sløkt øll ljós á dekkinum. Annars ótrúliga hugnaligt, at sita við Donau og drekka øl.

Í morgin er heimferðardagur, og Jón Brian sleppur allan vegin. Løgið endiliga at kunna fara í feriu uttanlanda, og tó so ynskja seg heim til Føroya. Mikudagurin verður stórur, hvat svimjing viðvíkur. Serliga í Vági. Men vónandi, vónandi sendur Rás2 bara víðari tá, við Jón Brian på slap line og tað heila. Havi sitið og lurtað at honum á telduni her á Hotel Serbia, og tað er bara fantastiskt sum hann ger tað væl. Má taka tað niður á geyma, at lurta eftir á flogfarinum.

Eg kann ikki viðmæla fólki nóg mikið at fara til Beograd ein túr. Hetta er ein ómetaliga undirmettur býur, hvat øllum viðvíkur. Eitt sindur dýrt at keypa (vørumerkja) klæðir, men annars avbera bíligt og gott. Ein taxa tvørtur um býin kostar millum 40 og 100 krónur, alt eftir um tú koyrir við einum av tjóvunum ella ei, og ein góður døgverði kostar typiskt millum 60 og 100 krónur, vín íroknað. Ølin kostar 6 krónur, og colain 8. Og so eru øll bara fitt og pen… hava ikki sæð éitt ólukkudýr, hesar 5 dagarnar.

Klokkan er eftirhondini 4 um morgunin, og tíð er tí at fara í song. Báðir sita og skriva; eg her og Jón Brian á Portalinum. Stak hugnaligt, á 12. hædd av hotel Serbia, tíðliga mánamorgun. Løgið at hugsa sær at vit rýmdu av Ólavsøku fyri knappa viku síðani, við kvabbabilsi um at kanska fór alt bara at fara í skuddermudder. At vit skuldu dekka ein sum var so nær, men tó so langt frá. Men í kvøld er støðan jú tann, at Pál vann alt hann kundi vinna. Og vikan er tí 1000% bjargað 🙂

PS. Račun var orðið fyri kvittan, sambært orðabókini her, og sambært tí sum vit minnast.

Pál-klæðini skansi móti serbiskum partisanum

Í kvøld upplivdi eg so fyri fyrstu ferð tað sum serbiski fotografur okkara hevði ávarað um, viðvíkjandi at tvassa runt í reyðu stjørnu klæðum í Beograd. Komu gangandi niðan gjøgnum Strahinjića Bana, framvið nakrar serbar sum sótu á eini úticafé og fylgdu við fótbóltsúrslitum á stórskíggja, tá ið nakrir av teimum knappliga fóru at syngja Partizan slagsangir eftir okkum.

Continue reading Pál-klæðini skansi móti serbiskum partisanum

Og sikken en fest

Liggi her fram eftir rommum, heilt út í móti hurðini inn til kamarið hjá mær á Hotel Serbia, av tí at hetta er einasta stað sum eg kann fáa fatt á tí annars ókeypis internet-sambandinum, sum gestir her fáa bjóðað. Havi sovið 3 tímar ella so, men eri sum fyrsta dagin, bara við tankan um hvat sum er hent her í Beograd.


Størri kort Continue reading Og sikken en fest