Tað svitast ikki… hvørja ferð eg eri við til okkurt sovorðið út- ella sjónvarping, so komi eg at gera onkran (lukkutíð rímiliga einkultan) mega brølara. Og lærusetningurin hesu ferð er ONGANTÍÐ at taka fleiri pappír fram enn tey tú skalt brúka. Tað er so skjótt at tú lesur skeiva síðu; og heilin riggar altso illa, tá ið tú skalt hugsa um at tosa samstundis.
Tag: Beograd 2008
Kuffertið er funnið !!
Tað var farið skeivt, og nú í Føroyum aftur. Valdi at lata tað fara bara til pápa mín í Svøríki, heldur enn at fáa tað til Beograd, nú so fáir dagar eru eftir. Hetta er næstan størri enn Pál ;-D Continue reading Kuffertið er funnið !!
Friendly Games
Teir 200 hjá Kára í morgun tók siðsta djúsið úr videokameranum hjá mær, og eg var tí enn einaferð í kreppu. Einki battarí eftir, uttan at teir 800 hjá Pál eru komnir í kassan. Men hvat, har eru jú tvær bretskar gentur frá British Institute of Sport, sum taka upp til at greina teknikk fyri bretska svimjisambandið, harav tann eina tilfeldigvís brúkar Sony sum eg. So hon at fáa onkran at fáa løðaran frá hotellinum yvir á Tašmajdan.
100 m rygg hjá Kára
Sviar hava tikið video av tá Kári svimur 100 m rygg. Hann er á geil 8 longst frá kamera.
Videobrotið sæst eisini í hágóðsku
Jón slappar av saman við svium
Sum vit hoyrdu Rók siga í Rás2, so situr Jón saman við svium. Her er (s)jón fyri søgn 🙂
Fleiri myndir og tíðindi eru at finna á simma.nu.
Ein frálík tíð
Ikki so galið at verða verðinsberømtir í Beograd. Pál Joensen er einasti svimjari á EJM sum til nú hevur vunnið tvey gullheiðursmerki, og vit báðír Jón Brian eru teir einastu útlendingarnir sum varpa ‘live’ frá stevnuni. Sita mitt í rokanum, mitt í verðini, og mitt í søguni.
Videobrot av 400 frí innleiðandi
Eitt videobrot av 400 frí innleiðandi kapping er at finna á YouTube. Tíverri er tað ikki tann riðilin, sum Pál vann, men man sær Pál gera seg kláran við geil 4 mótir endanum av brotinum. Fotografurin fylgir Anders Lie og Frederik Siem “Jaws” Pedersen á ávíkavist geil 1 og 3. Pólendingurin Krzysztof Piekut á geil 4 bleiv nr 8 í finaluni.
Lítla Merkið millum stóru kempurnar
Video hjá Jón av heiðursmerkjahandanini í 400 frí í gjár.
Fjøðurlættir í kvøld
Tað sum vit ikki hava torað at nevnt við einum orði seinasta døgnið, gekk í uppfyllilsi í dag, og lagið er tí bara so avbera gott. Serbiska guidin hjá føroyingum stóð uppi og rópti upp á Pál, og var heilt rørd tá ið eg tosaði við hana seinni. Taxa-chaufførurin í bilinum heim av Continental í kvøld spurdi tríggjar ferðir um tað veruliga var satt (og triðju ferð var tað líka við at hann steðgaði bilinum) at vit bara eru 48.000 fólk alt í alt, og tó so hava fingið ein evropameistara. “That is beautiful”, er orðarætt sitat frá hesum fryntliga serba. Continue reading Fjøðurlættir í kvøld
EJM startlistar og úrslit
Startlistar og úrslit frá EJM í Beograd eru at síggja her av www.belgrade2008.org. Úrslitið hjá Kára í 100 rygg er her, teir innleiðandi 400 frí hjá Páli her, og finalan og EJM-gullið her. Vit síggja eisini startlistan hjá Pál í 1500 frí her, sum verður seinnapartin í morgin 31. juli. Continue reading EJM startlistar og úrslit