Ein eitt lítið sindur seinkað frásøgn úr Serbia

Møguliga havi eg verið for sløvur at eftirkanna Dropbox-ina nú í vikuskiftinum, men har lá so ein rapport úr Beograd nú í morgun, frá Honnu har suðuri. Um dagarnar frá 5. til 10. juli, har hon millum annað avdúkar at serbar væl kenna til “Farska Ostrva”, og at tað so líðandi gjørdist so heitt at fólk byrjaðu at svíma.

IMG_0683
Continue reading Ein eitt lítið sindur seinkað frásøgn úr Serbia

Føroyar ovast í framgongd hjá svimjarum á EJM

Serbisku fyriskipararnir av EJM 2011 í Beograd hava lagt út hetta yvirlitið yvir framgongd hjá svimjarum úr ymisku londunum, har Føroyar eru ovast við 106% framgongd hjá teimum báðum Heðini og Magnusi og 102% hjá Ceciliu og Biritu. Spyr meg ikki hvussu tey koma fram til hesi tøl, men stuttligt at vera ovast allíkavæl.

Mie Ø gull eisini í 100 rygg á EJM 2011

Danska Mie Ø. Nielsen megnaði í kvøld at vinna sítt fjórða heiðursmerki á EJM 2011 í Beograd, tá ið hon vann 100 metra rygg við 1:02.50. Og tá gekk tað ikki ein gang heilt optimalt hjá henni, á Politiken.dk skriva tey at tíðin er eitt hálvt sekund frá tá ið hon í apríl tryggjaði sær HM-billett við at strika danska juniormetið hjá Louise Ørnstedt, og á www.simma.nu/dk skriva tey at venjari hennara helt frekvensin vera alt ov høgan.

Saman um tikið var hetta besta EJM hjá dønum nakrantíð, staðfesta tey eisini á www.simma.nu/dk, við Mie Ø. Nielsen at vinna 2 gull í 50 og 100 rygg, og við Mie og Daniel Skaaning at vinna 2 silvur, ávíkavist í 100 og 200 frí, og við í 4×100 blandað fyri kvinnur at vinna eitt søguligt fyrsta heiðursmerki til Danmark í liðkapping á EJM.

Les eisini offisiella tíðindaskrivið frá danska svimjisambandinum, her á svoem.dk.

Magnus 23.90 og føroyskt met í 50 frí

Magnus Jákupsson sorlaði í morgun føroyska metið og juniormetið í 50 metra frísvimjing, við 23.90 á EJM í Beograd. Kristian Olsen átti annars føroyska metið á 24.56 frá Reykjavík International í 2007, og Pauli Ø. Mohr juniormetið 24.68 frá EJM 2009. Tíðin hjá Magnusi rakk til eitt 26. pláss millum 53 luttakandi.


Continue reading Magnus 23.90 og føroyskt met í 50 frí

Magnus 26.76 og nr 10 í 50 rygg

Magnus Jákupsson megnaði at betra um bæði føroyska metið og sína plasering frá í morgun, tá ið hann í hálvfinaluni á EJM í Beograd svam 50 rygg uppá 26.76. Endaliga úrslitið varð eitt 10. pláss millum bestu juniorar í Evropa, fjórskjótastur av teimum yngru árgang 1994, og ein klár betring av føroyska metinum og juniormetinum hjá sær á 27.00 frá í morgun. Sí úrslit her.

2 føroyskt met og 4 juniormet í morgun, og Magnus aftur í hálvfinalu

Føroysku svimjararnir høvdu ein avbera góðan dag í Beograd í morgun, har tey øll fýra settu bestu tíð, 3 av teimum føroysk juniormet, og Magnus 2 ferðir føroyskt met pluss eitt fyri Føroyar fantastiskt pláss í hálvfinalu seinnapartin. Finaluumfarið byrjar við hálvfinalu í 50 frí hjá gentum klokkan 16 føroyska tíð, og hevur so hálvfinalurnar hjá Magnusi og teimum sum næstu kapping.

EJM-liðið 2011
Continue reading 2 føroyskt met og 4 juniormet í morgun, og Magnus aftur í hálvfinalu