Birita 2 hundraðpartar frá juniormetinum í 100 frí

Birita Debes svam í morgun 1:01.76 í 100 metra frísvimjing á EJM í Beograd, har føroyska juniormetið hjá Ceciliu W. Eysturdal frá DÅM 2010 er 2:01.74. Cecilia sjálv svam 1:03.62, forkølað sum hon er í serbiska høvuðsstaðnum. Tær gjørdust ávíkavist nr 42 og 46 av 48 luttakandi. Sí úrslitalista her.

Birita við kantin í Tašmajdan

Magnus 25.00 í 50 firvald, føroyskt met og í semifinalu á EJM 2011

Ungi havnarmaðurin Magnus Jákupsson megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, við tíðini 25.00 sekund sum samstundis rakk til eitt 12. pláss og semifinalu á evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd. Hann átti sjálvur metið 25.90 frá tá ið hann í hesi grein vann silvur á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung í fjør.

photo
Continue reading Magnus 25.00 í 50 firvald, føroyskt met og í semifinalu á EJM 2011

EJM-liðið komið fram til Beograd

Prátaði við Honnu í áðni sum ringdi frá minningarríka Tašmajdan svimjihylinum, har Pál á sinni vann 3 gull, og har sum tey nú í morgun fara undir EJM 2011. Her niðanfyri er ein frágreiðing frá túrinum síðani Aldershot og til í gjár, har tað millum annað verður fortalt um eitt heldur ótespiligt fyrsta hotell, at tey hava gingið nógv, og at Cecilia tíverri er forkølað.

IMG_0121
Continue reading EJM-liðið komið fram til Beograd

Startlistarnir til EJM í Beograd eru klárir

Evropeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjar sum kunnugt í næstu viku, við luttøku av 4 føroyingum. Startlistarnir síggjast nú her á swimrankings.net, við føroyingunum konsekvent niðast ella niðarliga í teimum greinum sum tey luttaka í, mest tí at tey eiga so fáar góðkendar tilmeldingartíðar av langgeil síðani EJM 2010. Vónandi koma tey eitt sindur av upp eftir listanum í leypi av vikuni 🙂

Annars skýrir The Swimmers Circle ungarska Bence Biczó at vera størsti profilur á stevnuni, sum ungarskur (senior)meistari í 200 firvald við næstbestu tíð í heiminum í ár. Hann skal millum annað svimja 100 firvald, sum Magnus eisini svimur, Biczó við tilmeldingartíð 53.61. Vinnaratíðin í 200 firvald var 1:54.79, í kapping har hann vann á sjálvum László Cseh. Longu í fjør varð hann evropameistari í greinini.

EJM í Beograd verður at síggja LIVE á netinum

Polsku Poltiming kunngera í dag, at tey fara at sjónvarpa beinleiðis frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd í summar, á poltiming-live.pl og facebook.com/streamit.live. Tey skipaðu eisini fyri LIVE streaming frá EJM í Helsinki í fjør, og vita tí allarhelst hvat tey gera. EJM í svimjing verður frá 6. til 10. juli 2011.

Petur Heðin greiðir frá venjingini í Íslandi

Petur Heðin á Fløtti greiðir her eitt sindur frá venjingini í Íslandi, har svimjararnir hendan leygarmorgun svimja partvís við fjarstýring úr Føroyum og týska venjaranum Christian Tessner, partvís saman við íslendsku Ægir undir leiðslu av franska venjaranum Jacky Pellerin, og partvís undir leiðslu av Petur Heðini sjálvum. Hygg allan vegin, so ahem, fáa tit eitt sjokk 🙂

EJM-landsliðið til Íslands at venja ímóti Beograd

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

EJM-landsliðið í svimjing fór her um vikuskiftið til Íslands at venja á langgeil, sum fyrireiking til evropeisku meistarastevnuna í Beograd í summar. 4. og 5. juni fara tey at luttaka á Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona, og 25. juni til 1. juli er tað so Oyggjaleikir á Isle of Wight, áðrenn leiðin gongur víðari til venjingarlegu og EJM í Beograd.

EJM-liðið í Íslandi
Continue reading EJM-landsliðið til Íslands at venja ímóti Beograd