Teir báðir Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag megnaði fyri løtu síðani at seta allar hinar favorittarnar uppá pláss, tá ið teir í 100 metra frísvimjing fyri yngri juniorar á Bergen Swim Festival vunnu gull og silvur, Eyðbjørn við 55.07 og Óli við 55.20. Tað var annars Óli sum legði eitt lítið vet harðari út, 26.95 ímóti 26.98, men Eyðbjørn var so seigari á mál.
Tag: bergen swim festival
Magnus aftur juniormet í 200 blandað
Magnus Jákupsson setti fyri løtu síðani aftur føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hann í ‘superfinaluni’ á Bergen Swim Festival varð nummar 4 við tíðina 2:08.25. Hann setti annars juniormet í morgun við 2:08.70, tá ið hann kvalifiseraði seg til finaluna. ‘Superfinalurnar’ hjá norðmonnum verða ikki bólkabýttar, og Magnus fær tí eftir øllum at døma einki heiðursmerki fyri avrikið her í 200 blandað, hóast hann var næstskjótastur av teimum eldru juniorunum, við bara tann ára eldri danska Viktor Bromer frammanfyri seg á 2:03.61. Magnus svimur fyri Havnar Svimjifelag.
Continue reading Magnus aftur juniormet í 200 blandað
Pál vann 400 frí á Bergen Swim Festival
Pál Joensen vann í dag finaluna í 400 metra frísvimjing, á Bergen Swim Festival stevnuni í Noregi. Tíðin hjá honum var 3:44.65, einans 33 hundraðpartar frá stevnumetinum hjá Mads Glæsner, frá tá ið danin í 2009 svam í eini Arena X-glide ‘superdrakt’ á stevnuni. Danski Anders Lie varð nummar 2 við 3:52.33, og norski Gard Kvale nummar 3 við 3:52.41. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag varð nummar 6 við 4:09.72, skjótastur av teimum sum høvdu aldur til yngra juniorbólkin hjá norðmonnum, men tó eftir øllum at døma uttan at vinna heiðursmerki, við tað at norðmenn ikki bólkabýttu finaluna í 400 frí.
(Photo: Christian Tessner)
Nystrand bloggar frá Bergen Swim Festival
Svenska svimjistjørnan Stefan Nystrand skrivar her á bloggu síni um tað góða veðrið og ta stóru svimjistevnu sum er í Bergen her í vikuskiftinum. Hann luttekur á Bergen Swim Festival, sum eg eisini royndi at lokka føroyingar til fyri umleið einum ári síðani. Continue reading Nystrand bloggar frá Bergen Swim Festival
Nakar sum umhugsar Bergen ?
Bergen Swim Festival, 4. – 6. mai 2007, sum er vikuskiftið eftir FM. Ein minicruise við hotelluppihaldi og morgunmati kostar vist nokk 2.638 krónur (um eg havi fatur á rætta tíðarskeiði har), men svimjarar kunnu sikkurt fáa tað bíligari við at droppa hotellið og heldur brúka tilboðið frá Festivalinum um yvirnátting fyri 100 (norskar) kr, morgunmat fyri 50 og frokost og náttverða fyri 80.
Eg vildi persónliga elskað at farið við sum áskoðari, um nakrir av okkara góðu svimjarum fóru yvir at buka norðmennirnar av 🙂