Teir fýra føroyingarnir hava bara gjørt tað heilt gott, hesar dagarnar á Bergen Swim Festival, tá ið hugsaði verður um hvussu nógv teir luttóku í, og hvussu nógv teir tó so fingu burturúr. Um eg telji rætt, so bleiv tað tilsamans til eini 7 gull, 4 silvur og 2 bronsuheiðursmerki, umframt at Magnus tvær ferðir setti nýtt føroysku juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, og at Pál við 850 FINA stigum í 400 frí varð skýrdur næstbesti svimjari á stevnuni yvirhøvur. Teir fýra luttóku Pál og Eyðbjørn Joensen fyri Suðuroyar Svimjifelag, og Magnus Jákupsson og Óli Mortensen fyri Havnar Svimjifelag, allir undir leiðslu av týska venjaranum hjá Havnar Svimjifelag, Christian Tessner.
Continue reading Føroysk heiðursmerki á Bergen Swim Festival 2011
Tag: Bergen Swim Festival 2011
Pál næstbesti svimjari á Bergen Swim Festival
Síðuleypandi við sjálvar kappingarnar á Bergen Swim Festival var eisini kapping um at gerast “besti svimjari á stevnuni”, út í frá hvør sum kláraði flest FINA stig í einari grein. Pál lá nummar 1 til nú seinnapartin, við 850 stigum í 400 frí frá í gjár, inntil spanski HM-silvurvinnarin Aschwin Wildeboer nú svam for í fyrsta umfari av 50 metra ryggsvimjing “knock-out” kappingini, og við tíðini 23.69 skoraði 869 stig. Men tað var næstan væntandi, og avbera flott av Páli at forvísa sjálvan Stefan Nystrand til triðja plássið, fyrrverandi heimsmetahavari í 50 og 100 metra frísvimjing, sum tó nú ‘einans’ kláraði 845 stig í 100 frí.
Pál nummar 4 í 100 frí í Bergen
Pál Joensen gjørdist fyri løtu síðani nummar 4 í 100 metra frísvimjing, í síðstu luttøku hjá føroyingum á Bergen Swim Festival 2011. Har var ongantíð nakar ivi um at svenski Stefan Nystrand fór at fara við sigrinum, við útleggi 22.87 eftir fyrstu 50 í mun til danska Anders Lie á 24.61, Aschwin Wildeboer á 24.73 og Pál á 24.76. Teir báðir næstu skiftu so pláss síðstu 50, so at úrslitið gjørdist Nystrand við 47.54, Wildeboer við 50.63 og Lie við 51.19. Pál svam 51.62, eitt sindur irriterandi lítið skjótari enn teir 51.77 sum hann svam í morgun, og beint uttanfyri heiðursmerkini.
Magnus silvur í 50 rygg á Bergen Swim Festival
Hóast skráin var hektisk hjá Magnusi nú síðsta dag á Bergen Swim Festival 2011, so megnaði hann í allarsíðstu kapping hjá sær at vinna silvur í 50 metra ryggsvimjing fyri eldri juniorar, við 26.32 har 2 ára eldri norski Sverre Næss svam 25.82. Eitt avbera flott úrslit, tá ið hugsað verður um at Magnus hevði luttikið í trimum teimum fyrstu finalunum hjá monnum seinnapartin, fyrst í “knock-out” kapping í 50 metra bringusvimjing, síðani í 200 blandað “superfinalu” ímóti seniorum eisini, og síðani tríggjar ferðir í hesari síðstu “knock-out” finalu í 50 rygg.
Allir føroyingarnir víðari til finalu seinnapartin
Tað gjørdist 100% kvalifisering til síðstu finalurnar seinnapartin, tá ið føroyingarnir luttóku í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival í morgun. Afturat Magnusi ið sum kunnugt kom víðari við triðbestu tíð og nýggjum juniormeti í 200 blandað, so komu Pál, Óli og Eyðbjørn víðari í 100 frí, Magnus víðari í 50 rygg og Eyðbjørn víðari í 100 firvald.
Continue reading Allir føroyingarnir víðari til finalu seinnapartin
Magnus 2:08.70 og juniormet í 200 blandað
Magnus Jákupsson setti júst nú føroyskt met í 200 metra blandari svimjing, á Bergen Swim Festival 2011 í Noregi, við 2:08.70 har metið hjá honum frá SuSvim stevnu í november 2010 var 2:10.51. Hann kvalifiseraði seg harvið eisini til ‘superfinaluna’ seinnapartin, sum eru 8 teir skjótastu upp á tvørs av øllum aldursbólkum, við triðbestu tíð aftanfyri svenska Simon Sjödin á 2:08.40 og danska Viktor Bromer á 2:08.47.
Føroyingarnir gera bart í Noregi
Føroysku svimjararnir mugu sigast at gera vart við seg í Noregi, nú teir 4 til nú hava vunnið eini 6 gull, 2 silvur og 2 bronsu tilsamans, og so gott sum uttan undantak megnað at svimja seg víðari frá innleiðandi til finalu, í øllum tí sum teir luttaka í. Tíðirnar eru ikki teirra allarbestu, men tó uppi har og imponerandi, serliga tá ið hugsað verður um hvussu busy-busy teir eru, við einum 30 startum til nú uppá hálvan annan dag.
Magnus gull í 50 firvald á Bergen Swim Festival
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag cruise’aði seg ígjøgnum “knock-out” finaluni í 50 metra firvaldasvimjing fyri eldri juniorar á Bergen Swim Festival 2011, tá ið hann í teimum trimum umførum varð fyrst nummar 1 við 26.70, síðani nummar 1 við 26.71, og at enda vann gull við 25.47.
Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag lá eisini væl fyri til at kunna gera seg galdandi í yngra juniorbólkinum, tá ið hann eftir fyrsta umfar varð nr 3 við 28.68, men so reyk út sum nummar 4 í næsta umfari við 28.30, 17 hundraðpartar aftanfyri tann sum varð nr 3.
Óli gull í 50 frí í Bergen, Eyðbjørn bronsu
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag vann í dag gull í 50 metra frísvimjing fyri yngri juniorar á Bergen Swim Festival í Noregi, og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu.
(Photo: Christian Tessner)
Continue reading Óli gull í 50 frí í Bergen, Eyðbjørn bronsu
Magnus gull í 100 rygg á Bergen Swim Festival
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjfelag vann í dag gull í 100 metra ryggsvimjing, í eldra juniorbólkinum á Bergen Swim Festival stevnuni í Noregi. Tíðin hjá honum var 56.45, eitt sindur frá hansara føroyska meti á 55.64, men tó so nóg gott til at hann hevði kunnað vunnið bronsu eisini í seniorbólkinum, við triðbestu tíð av øllum aftanfyri spanska Aschwin Wildeboer á 51.76 og svenska Simon Sjödin á 54.75.
(Photo: Christian Tessner)