Eyðbjørn vann silvur í 200 firvald í Bergen

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann silvur í 200 firvald fyri yngri juniorar. Tíðin hjá honum var 2:23.74, meðan tilmeldingartíðin var 2:15.91. Skjótasti yngri juniorur var Morten Wee Hollund við tíðini 2:11.89.
Pál Joensen, Óli Mortensen og Eyðbjørn svumu 400 frí innleiðandi við tíðunum 4:02.11, 4:11.83 og 4:12.08. Pál hevði næstskjótasta tíð í morgun aftaná Anders Lie (3:59.81). Óli og Eyðbjørn høvdu bestu og 3. bestu tíð hjá yngru juniorunum, meðan norski Henrik Christiansen hevði næstskjótastu tíð (4:12.01).
Óli svam eisini 100 blandað innleiðandi og hevði 4. bestu tíð hjá yngru juniorum. Tíðin hjá honum var 1:05.13. Tilmeldingartíðin var 1:05.84.
Í síðstu kapping í morgun svam Magnus Jákupsson 50 bringa innleiðandi. Hann kom á mál sum 4. skjótasti eldri juniorur við tíðini 31.81. Tilmeldingartíðin hjá honum var 30.68.
So eftir øllum at døma fingu allir føroyingarnir antin heiðursmerki ella finalupláss í morgun.

Magnus vann gull í 200 rygg í Bergen

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag vann í morgun gull fyri eldri juniorar í 200 rygg. Magnus var triðskjótastur av øllum við tíðini 2:03.94 aftanfyri olympiski svimjarnar Aschwin Wildeboer úr Spania (1:54.54 – nýtt stevnu met) og Simon Sjödin úr Svøriki (2:03.19). Føroyska metið hjá Magnusi er 2:03.12.
Í 4. og síðsta riðli legði Aschwin hart út og førdi allan vegin við Simon aftaná. Magnus var tryggur á 3. plássi og tók nógv inn á Simon tær síðstu 25 metrarnar.

Pál vann 200 frí í Bergen, Óli og Eyðbjørn silvur og bronsa

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann fyri løtu síðani gull í 200 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2011, rættiliga trygt á svenska Simon Sjödin og norska Gard Kvale. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag vann í somu kapping silvur í yngra juniorbólkinum, og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu. Teir tríggir Óli, Eyðbjørn og Magnus kvalifiseraðu seg hartil trygt víðari til finalur á stytri teinum, í øllum teimum kappingum sum teir luttóku í.

Úrslit í dag:

  • 50 frí innleiðandi – yngri juniorar: Eyðbjørn nr 3 við 25.87, Óli nr 4 við 25.89
  • 50 firvald innleiðandi – eldri juniorar: Magnus nr 1 við 25.80
  • 100 rygg innleiðandi – eldri juniorar: Magnus nr 1 við 57.62
  • 200 frí finala – seniorar: Pál gull við 1:48.81
  • 200 frí finala – yngri juniorar: Óli silvur við 2:00.56, Eyðbjørn bronsu við 2:01.14

úrslit
Continue reading Pál vann 200 frí í Bergen, Óli og Eyðbjørn silvur og bronsa

Bergen Swim Festival byrjar í dag

Sum kunnugt eru 4 føroyskir svimjarar farnir til Noregs at kappast á Bergen Swim Festival, frá í dag klokkan 14 føroyska tíð til einaferð sunnudag seinnapart. Eg havi nú savnað ymisk viðkomandi leinki og sett inn livetiming-rútin hjá norðmonnum á www.svimjing.com/live, umframt kyte-rútin til okkum sum fylgjast við at kunna samskifta ígjøgnum.

Føroyingar í hylin í dag verða

  • 50 frí: Óli og Eyðbjørn í 11. riðli
  • 50 firvald: Magnus í 9. riðli, Eyðbjørn í 10.
  • 100 rygg: Magnus í 4. riðli
  • 200 frí: Eyðbjørn í 9. riðli, Óli og Pál í 10.

4 føroyingar til Bergen Swim Festival næsta vikuskifti

Komandi vikuskifti fara 2 svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag og 2 úr Havnar Svimjifelag til Noregs at kappast á Bergen Swim Festival, sum er ein tann síðsta veruliga stóra stuttgeilameistarastevnan hesu megin summarferiuna. Tað eru Pál Joensen og Jón Bjarnason sum eru bodnir at luttaka, har Bjarnason tíverri má geva avboð, men har SuSvim og HS so í staðin velja at senda Christian Tessner høvuðsvenjara hjá HS við Páli, umframt ungu kempurnar Eyðbjørn Joensen úr SuSvim og Magnus Jákupsson og Óla Mortensen úr HS. Lesið her á hs.fo.


Continue reading 4 føroyingar til Bergen Swim Festival næsta vikuskifti