SwimNews listar her upp ymisk sitat frá svimjistjørnum og -venjarum á World Cup stevnuni í Berlin. Rættiliga áhugavert so tosar Stefan Nystrand m.a. um hvussu hann vegna broyttar matvanar nú ikki hevur havt éin sjúkradag í longri tíð… Nakað sum (svenski) Mats Brisenfeld eisini tók upp á gongini her úti á Formula í morgun, tá ið vit tosaðu um hví Nystrand nú knappliga svam so skjótt.
Mats fylgir betri við í svenskum svimjitíðindum enn eg, og eg taki tí fyri góða vøru tá ið hann sigur at Nystrand hevur havt nógva nyttu av videoanalysu og kostráðgeving í seinastuni. Estiski Rejn Haljand hevur pilkað sundur og bygt upp startin hjá Nystrand, við at filma og vísa Nystrand hvat hann gjørdi galið, og onkur kostráðgevi hevur fingið hann at droppa cola og tílíkt.
Sum tit nokk kunnu lesa millum reglurnar her, so er alt hetta bara leysatíðindi og prát millum tveir svimjiáhugaðar í morgun. Men eg helt tað vera áhugavert at renna seg í hatta við kostvanunum aftur, tá ið SwimNews nú skrivar um Nystrand: “On his change of diet: ‘Since then I haven’t had one sick day. I think I’m on the right way with regard to the Olympics.’ “