Fantastisk video her, frá finaluni í 200 metra bringusvimjing á Olympisku Leikum í Berlin í 1936. Vit síggja tríggjar ymiskar mátar at svimja bringu (tá): Amerikanski John Higgins svimur við (tá lógligum) firvaldaarmtaki, japanararnir Hamuro og Koiko og týski Sietast gammeldags bringusvimjing við høvdinum uppi, og japanski Ito við nærmast undirvatns-bringuarmtaki allatíð. Og so er Hitler har eisini, ordiliga spenntur, til líkasum at seta krúdd á tað heila.
Tag: Berlin 1936
Inge Sørensen farin
Danski heiðursmerkjavinnarin frá OL í Berling í 1936, “Lille Henrivende Inge fra Skovshoved”, doyði mikudagin 86 ára gomul í heimi sínum í New Jersey, USA. Bragdið frá 36 gav henni heiðurin av vera yngsti íðkari nakrantíð sum hevur vunnið heiðursmerki á OL, 12 ár og 24 daga gomul. Lesið her í Politiken.