Eg fekk fyrst orðið á Páli tá ið vit vóru komnir aftur á hotellið, og eftir at hann hevði tosað við Die Welt og Tagesspiel. Hetta byrjar eitt sindur trekt, men verður so betri ! 🙂
Her er mynd av tá ið Die Welt og Tagesspiel vitjaðu hotellið
Eg fekk fyrst orðið á Páli tá ið vit vóru komnir aftur á hotellið, og eftir at hann hevði tosað við Die Welt og Tagesspiel. Hetta byrjar eitt sindur trekt, men verður so betri ! 🙂
Her er mynd av tá ið Die Welt og Tagesspiel vitjaðu hotellið
Pál svam bestu tíð í morgun í 800 frí innleiðandi á Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin. Tíðin hjá honum var 7:53.09. Hann luttók í 4. og síðsta riðli og visti tí hvussu skjótt skuldi svimjast fyri at koma í finalu. Evropamethaldarin Gabriele Detti og ungarin Gergely Gyurta løgdu harðast út. Men tað var ikki langt ímillum teir fremstu. Aftaná 500 metrar legði Pál legði seg á odda. Danin, Mads Glæsner, skuldi eisini svimja í 4. riðli, men møtti ikki upp.
Continue reading Pál víðari í 800 frí finalu við bestu tíð 7:53.09
Pál Joensen tekur saman um kappingina í 1500 metra frísvimjing á EvropaMeistarastevnuni í svimjing 2014, í ‘mix zone’ niðarliga í Velodrom Berlin.
Sum kunnugt megnaði Pál Joensen í gjár at seta sjeyndbestu tíð í innleiðandi 1500 frí í Evropeisku Meistarakappingini í Berlin. Her eru úrslit og splitttíðir.
Continue reading Úrslit frá innleiðandi 1500 frí
Her er eitt ljóðbrot har Pál Joensen setur orð á hansara upplivilsi av innleiðandi 1500 metra frísvimjing á EM í Berlin, nú í morgun.
Her er longri samrøða við Jon Hestoy, formann í Svimjisambandi Føroya, í leypi av kappingini í 25 km Open Water á EM í Berlin. Tað er kvett í tvey, av tí at hendan hýsingartænastan ikki loyvir brotum longri enn 10 minuttir.
Fyrsta brot er um uppgávur hjá Hestoy á slíkum stevnum, og um hendingina tá ið ein svimjari mundi druknað, týsdagin.
Continue reading Prát við Hestoy í leypi av 25 km kappingini í dag
Pál Joensen er millum favorittarnar á EM 2014 í bæði 800 og 1500 metra frísvimjing, sambært tí fyribils startlista sum varð givin leiðarum á tekniska fundinum í Berlin í dag. Í 800 metra frísvimjing liggur hann til eitt bronsuheiðursmerki, og í 1500 metra frísvimjing til eitt fjórðapláss.
Soleiðis sá tjóvstarturin hjá Páli Joensen út á rásini hjá Evropeiska svimjisambandinum. Sum frætt svam Pál einar 800 metrar áðrenn dómarnir steðgaðu hann. 27 minuttir aftaná startin sá man Pál “svimja út”, sum svimjarir plaga at gera aftaná kapping. Tá kappingin var liðug sást millum áskoðarnir varaforsetin í teknisku nevndini fyri havsvimjing, Jon Hestoy.
Her er ein samrøða við Pál Joensen nú aftaná hansara luttøku í 5 kilometra ‘Open Water’ svimjing á EM í svimjing 2014, har úti á Regattastrecke Grünau, eystanfyri Berlin. Tað gekk ikki eftir ætlan, men tað kann Pál betur greiða frá sjálvur.
Her er ein samrøða sum eg gjørdi við Pál Joensen fyri løtu síðani, her á Andel’s Hotel í Eysturberlin. Vit tosa um hví Pál velur at luttaka í 5 kilometra ‘open water’ svimjing, og um útlitini sum heild. Evropeiska svimjisambandið lovar live streaming frá øllum EM-greinum her á len.eu.