Útvarp Føroya hin 6. august 2014 um EM í Berlin 2014

Kringvarp Føroya hevði í tíðindasendingini í útvarpinum nú á døgverða eitt brot um EvropaMeistarastevnuna í svimjing 2014, sum verður í Berlin nú 13. til 24. august 2014. Prátað varð við Pál Joensen, um útlitini hjá honum, og tað at hann eisini fer at royna seg í 5 kilometra ‘open water’ svimjing.

EM 2014 verður í Berlin 18. – 24. august

HM og EM á langgeil eru sum kunnugt skiftivís annaðhvørt ár, og tað er tí evropameistarastevnan í Berlin sum verður stóra meistarastevnan á sumri 2014. Heimasíðan fyri stevnuna sæst her – Ein rættiliga áhugaverd detalja er at sjálv stevnan liggur seint hetta summarið, faktiskt umleið samstundis sum skúlaárið 2014-15 byrjar.

Screen Shot 2013-08-09 at 5.15.39 PM

EM 2014 verður í Berlin

Týska swimsportnews.de veit at siga, at EM á langgeil verður í Berlin í Týsklandi í 2014. Ljóðar sum um tey ætla at hava stevnuna í onkrum tey kalla Velodrom, heldur enn í Europasportspark høllini sum vit kenna frá World Cup og EM 2002. Týska svimjistjørnan Britta Steffen sigur at tað væl kann hugsast at hon heldur áfram sum kappsvimjari til tá, ‘síðani at øll sum hava fylgt meg gjøgnum mína karrieru vera har tá’.