The Royal Gazette skrivar her um Oyggjaleikir á Bermuda 2013, at tilsamans 10 oyggjaleikamet vórðu sett fyrstu 3 dagarnar á hesum leikum, harav 9 vóru í svimjihylinum. Men svimjikappingin er jú í 4 dagar, og tey blíva bara við at seta met har yviri í sólini.
Jón Bjarnason hevur fingið hendur á viðfesta startlista til svimjistevnuna á Oyggjaleikum á Bermuda, sum avdúkar at tað so avgjørt ikki verður talan um nakra ‘B-stevnu’, tá ið kappingin fer av bakkastokki hin 15. juli 2013.
Isle of Man hevur Charlotte Atkinson og Grant Halsall, sum tilsamans liggja til at vinna eini 18 heiðursmerki, harav eini 9 úr gulli. Svenski landsliðssvimjarin Ida Sandin er við, sum liggur til at vinna eini 3 gullmerki í blandað og firvald. Hetland hevur Andrea Strachan, sum er favorittur til at taka 50 og 100 bringu. Og so eru beiggjarnir Shaune og Brett Fraser við fyri Cayman, sum luttóku á OL í Beijing í 2008, Shaune eisini á OL í 2004 og 2012, og í finalu í 200 frí á HM í Dubai.
Vit snakka um tíðir sum 48.54 (Brett) og 48.62 (Shaune) í 100 frí, 24.31 (Shaune) og 24.81 (Brett) í 50 firvald, og 22.91 (Brett) og 22.95 (Shaune) í 50 frí, har Roy-Allan Burch úr Bermuda enntá er greiður favorittur við starttíðini 22.02 (!)
Jon Hestoy var nú kl 17 í Rásarúminum hjá Rás 2, har hann almennt avdúkaði tað sum hevur verið at hoyra á rundferðini til svimjifeløg kring landið, at Svimjisambandið hevur avgjørt ikki at skriva seg upp til Oyggjaleikir á Bermuda. Havi hug at siga ‘sum støðan er’; men avgerðin er tíverri rættiliga formlig, viðgjørt á starvsnevndarfundi og kunngjørd til ÍSF og fyriskipararnar á Bermuda, tí at tað nú einaferð er nakað ið má gerast um hesa tíð.
Bermuda Sun og The Royal Gazette skriva um nýggja Aquatics Centre sum Bermudabúgvar byggja, við 50-metra hyli, kavingarhyli og ‘terapeutiskum fasilitetum’, tá einasti langhylur á Bermuda, ið tey enn vænta fer at standa klárt tíðliga í heyst. Í januar skrivaði Bermuda Sun at hesin hylur skal brúkast til Oyggjaleikir 2013, so tað verða fínar umstøður um so er, vist nokk uttandura við góðum møguleikum at hita upp í hinari helvtini av langhylinum, um kappingin altso verður sum vant á 25 metrum.
Gløggi lesarin hevur nokk lagt til merkis, at annars sterka Bermuda manglar á startlistunum til svimjistevnuna á Isle of Wight. Eg havi leitað eitt sindur á netinum, og síggi at høvuðsvenjarin har sambært The Royal Gazette á Bermuda kallar stevnuna fyri “spill av tíð”, av tí at hylurin á Isle of Wight er ov stuttur.
“The issue that we are dealing with for this particular games is that the pool being used for the games is not the correct length,” said Smith.
“This means that any swim that is done in that pool will not be recognised for qualification purposes or for record applications.
“It would be very unfair to our athletes to train all year for the opportunity to compete overseas, to pay for this overseas opportunity and have the times not count.”