Birita Debes 28.51 og nýtt føroyskt met í 50 rygg

Birita Debes megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni í Istanbul svam teinin uppá 28.51 sekund, har hennara føroyska met frá Ægir-stevnu í februar var 28.62. Óført av rituvíksgentuni, harvið varð hon nummar 26 av 60 luttakandi í hesi grein. Sí úrslitalistan her

DSC07501

Birita 58.23 í 100 frí á HM í Istanbul

Birita Debes luttók í morgun í 100 metra frísvimjing á heimsmeistarastevnuni í Istanbul, og bleiv hon har nummar 50 av 100 luttakandi við tíðini 58.23. Besta tíð hjá henni er 58.20 frá Ægir-stevnu í november 2012, so tað var irriterandi tætt við persónligt met, men tó avgjørt ein góð tíð. Birita hevur nú teir stuttu teinarnar eftir, 50 frí og 50 rygg, sum báðir verða svomnir leygarmorgun. Sí úrslitalistan her.

DSC07046

Birita 1:01.68 í 100 rygg á HM í Istanbul

Birita Debes svam í morgun 100 metra ryggsvimjing á heimsmeistarastevnuni í Istanbul, og kláraði hon seg har bara heilt væl, við tíðini 1:01.68 og eitt 36. pláss av 67 luttakandi. Hetta er skjótasta tíð hon hevur svomið uttan ‘superdrakt’, í mun til 1:02.43 sum hon svam á Ægir-stevnu í februar, og hartil heilt nær hennara føroyska meti á 1:01.46 frá NJM í 2010. Sí úrslitalistan her

DSC06925

Skráin hjá okkum í Istanbul

So er tað í morgin árini at Birita byrjar ballið, tá ið hon her á HM í Istanbul skal luttaka í 100 metra ryggsvimjing, umleið miðskeiðis í innleiðandi partinum sum byrjar kl 10:00 Istanbul tíð (08:00 í Føroyum). Síðani kappast tey bæði Pál allar dagar fram og við sunnukvøldið, tá ið Pál endar føroysku luttøkuni við finaluni í 1500 metra frísvimjing. Ferðaliðið hevur SSF-telefon +298 51 75 59, vinarliga brúkið hana um tit vilja í samband við nakran her, tí tað kostar kassan at samskifta úr Turkalandi.

DSC06862
Continue reading Skráin hjá okkum í Istanbul

Birita og Pál til HM í Istanbul at kappast

Nú mikudagin 12. desember byrjar HM á stuttgeil, í Istanbul í Turkalandi. Føroyska luttøkan verður Birita Debes úr Ægir og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag; Birita í 50 og 100 rygg og 50 og 100 frí, og Pál í 400 og 1500 frí. Ferðalagið úr Føroyum fer (vónandi) við Atlantic nú í dag, men fyribils eru vit útsett vegna kavarok í Kastrup. Við Biritu og Páli eru Petur Heðin á Fløtti, venjari, Súsanna Debes, ferðaleiðari og undirritaði Rókur í Jákupsstovu, ferðaleiðari.

atlantic-utsett

Birita 1:02.75 og nýtt føroyskt met í 100 firvald

Birita Debes úr Ægir setti í gjár stórt nýtt føroyskt met í 100 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 1:02.75, har metið hjá Kristinu Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag var 1:03.44. Metið hjá Kristinu Elin var annars eitt stórt lop í mun til undanfarna metið hjá Bjørg Seloy, sum æt 1:04.88 frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009. Men so svam Kristina Elin 1:03.44 á Ægir-stevnu í februar í ár, og nú Birita 1:02.75, so har hendir av álvara nakað í firvaldagreinini.

birita_debes