Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu

Rókur ringdi nú úr Rom og fortaldi, at alt gongur hampuliga væl í Rom. Tó hevur hann ikki fingið fatur í eina drakt til Biritu. Tað eru í løtuni ongar Jaked draktir í hennara stødd, eiheldur støddin sum er størri, sum man síðani kann fáa býtt um. Gravgangurin eftir Jaked draktum er so øgiligur, at køin gongur frá Jaked handlinum gjøgnum nakrar trappur og framvið Speedo handilin.

Hin “trupulleikin”, sum kanska onnur hava sæð, er at tað hevur gingið so sum so við at fáa startlistarnar á netið. Í løtuni eru startlistarnir ikki at finna á roma09.it ella á Omega Live timing. Men tey hava fingið avrit av listunum í Rom.
Continue reading Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu

Birita Debes 27.70 í 50 frí

Hatta ljóðar fyri meg sum mest ófatiliga úrslit frá Meistarastevnuni í morgun – eisini hóast at eg eri við til at venja hana í tí dagliga. Rúni sigur at hon hevði ein ótrúliga góðan start, og hareftir lang og góð tøk, til tey at enda gjørdust eitt sindur stutt vegna møði. Besta tíð hjá Biritu er 29.58 áðrenn hetta, sum hevði givið eitt 29. pláss á danska styrkismetingarlistanum fyri gentur árgang 1995. Men nú er hon so skjótari enn nummar fýra á listanum, har nr 1 svimur 27.22. Og í Føroyum eru tað vist nokk bara Shaila, Guðrun og Elspa sum hava svomið skjótari 🙂

CIMG5801

Birita klárað oyggjaleika-kravtíðina í 50 rygg

Tey svimja bara heilt skjótt, her norðuri á Ægir-stevnuni í Klaksvík, har svimjarar í øllum aldursbólkum nú kappast um pláss á Oyggjaleikum og landsliðum og øðrum góðum. Til nú eru vit ikki komin gjøgnum meira enn fyrsta morgunin; men tó so hava 5 svimjarar kvalifiserað seg afturat til talentlandsliðið, 2 til DÅM, og 1 til Oyggjaleikir.

CIMG1102
Continue reading Birita klárað oyggjaleika-kravtíðina í 50 rygg

Birita vann gull í 50 rygg

Tilvildarlig mynd úr KøgeBirita Debes úr FLOT vann gull í dag í 50 rygg (bólkur 12-13 ár) við tíðini 31.91. Poula Ø. Mohr úr FS gjørdist nr 5 við tíðini 33.12. Í morgun svumu tær hesar tíðirnar í teimum innleiðandi riðlunum: Birita 32.60 og Poula 33.30. Jóhanna Egholm (FS) svam tá 35.90. Susan Jensen (FLOT) svam 40.71. Eyðbjørg Jacobsen úr FLOT svam 41.13. Tíðin hjá Joan Kristinu í Jákupsstovu (FLOT) varð 42.32. Bjørg Olsen (FLOT) svam tíðina 43.66. Tóta Langgaard svam 51.64.

Í bólkinum 14-15 ár fingu vit hesi úrslitini frá teimum innleiðandi riðlunum. Hildur á Fløtti (FS) slapp víðari til finalurnar við tíðini 35.17. Jónfríð Hansen (FS) svam 35.36, og slapp eisini víðari til finaluna. Aimée Jacobsen (FLOT) svam 39.69. Úrsltini frá finaluni eru ikki komin á livetiming enn.

Í bólkinum 16 ár svam Katrin Jacobsen (FLOT) 38.20, ið var nokk til eitt finalupláss.

Jóhan Hermann Slættalíð (FLOT) luttók í 50 rygg í bólki 14-15 ár. Tíðin hjá honum varð 37.99.

Tróndur Olsen (FLOT) slapp víðari til finaluna í bólkinum 16-17 ár. Tìðin hjá honum í 50 rygg frá innleiðandi kappingunum varð 32.14.

Birita 32.11 í 50 rygg

Á evsta degi av gamla bólkabýtinum, og í minst møguligu, lógligu kapping, gjørdi rituvíksgentan Birita Debes tað sum vit í FLOT høvdu droymt um longu væl áðrenn FM. Nevniliga at svimja 50 rygg undir 32.89, sum var føroyska bólkametið hjá Elspu Mørkøre í bólki 3, sett fyri Skeggjar á føroysku unglingameistarastevnuni í 2004. Ein grein sum av øllum má metast millum sterkastu kort hjá Elspu, og tískil nakað sum Birita kann vera veruliga stolt av.

DSC_0029
Continue reading Birita 32.11 í 50 rygg