Blueseventy NeroTX eru draktir sum yvirhalda nýggju reglurnar, men sum tó sum vant royna at geva so nógv sum gjørligt innanfyri tað sum reglurnar loyva. Tað týdningarmesta er nokk, at Blueseventy draktirnar so vítt vit hava frætt verða bíligari enn tær frá Speedo. Sí blueseventy.com
Tag: blueseventy
BlueSeventy hevur latið somu draktir inn til nýggja test
Superdrakt-framleiðarin BlueSeventy sigur í pressuskrivi, at tey hava fingið Huub Touissant á University of Amseterdam at vísa hvussu teirra draktir ikki fanga luft, og at tey tí ikki hava broytt nakað við verandi draktir, áðrenn tær nú fríggjadagin skuldu latast inn til nýggja test FINA. Les SwimmingWorld Magazine.
BlueSeventy fer at saksøkja FINA
Hatta sigur BlueSeventy stjórin Steve Nicholls á bloggu síni, at “Accordingly, and in the interests of the swimming fraternity and blueseventy’s loyal supporters and athletes it has now instructed lawyers in Europe to take the matter up with FINA directly and immediately”. Craig Lord heldur lítið um avgerðina, og sigur m.a. á SwimNews at FINA er vart av sveisiskari lóg, og at BlueSeventy tí skal hava eina rættiliga vatntætta sak, um teir skulu kunna vinna.
BlueSeventy talar at avgerðini hjá FINA
BlueSeventy avdúkar í pressuskrivi her á blueseventy.com, at tey lótu inn 11 modell til test hjá FINA, harav bara éin varð kolldømd so mikið lítið, at hon er millum tær 136 sum kunnu tillagast og kannast av nýggjum um 30 dagar. Hinar 10 vóru opinbart so mikið ólógligar, at tær eru tey 10 modellini sum FINA beinleiðis avvísti vegna tjúkd og/ella flótievni.
Brúk fyri eini BlueSeventy ‘superdrakt’?
SwimFaster.dk lýsir nú rættiliga ógvusliga á www.swimnews.dk, at tey kunnu levera BlueSeventy Nero Comp heildraktir fyri tilboðsprís 2600 krónur (vanligur prísur DKK 3400), áðrenn DM tann 7.-12. apríl, um tú bíleggur áðrenn 9. mars kl 12:00. Nero draktin er ein tann mest kontroversiella í løtuni, við tað at hon í stóran mun er gjørd úr neopren, og tí minnir meira um eina vátdrakt enn um eina svimjidrakt. Sambært framleiðaranum kann hon halda til at verða nýtt heilar 25 ferðir, ella umleið dupult so nógv sum vit hava hoyrt um t.d. Speedo LZR Racer. Men hinvegin, so er hetta ein av teimum draktum sum eru mest í vanda fyri at verða bannaðar av FINA, nú á fundinum 12.-14. mars.
So er galið aftur, men nú er hóttanin “Blueseventy”
Sambært SwimNews hevur nýggja superdraktin frá “Blueseventy” nevniliga verið brúkt allar seks ferðirnar, sum nýtt heimsmet hevur verið sett, seinasta mánaðin. Og evropeiskir venjarar sum til dømis nýggi russiski landsliðsvenjarin Vorontsov skunda tí undir FINA og LEN, at fáa kannað hesa draktina betur, helst áðrenn EM í Rijeka.
Continue reading So er galið aftur, men nú er hóttanin “Blueseventy”