BBC og British Swimming gjørt stórslignan samstarvssáttmála

Bretska svimjisambandið British Swimming kunnger í dag eina stórsligna avtalu við almennu sjónvarpsrásina BBC, um rættindini at senda frá svimjing og øðrum vatnítrótti næsta 4 ár, upp til OL í London 2012, Commonwealth Games í 2014, og longur. Samstundis sjóseta tey í felag átakið Big Splash, til at fáa bretar at svimja meira.
Continue reading BBC og British Swimming gjørt stórslignan samstarvssáttmála

Svimjing er best dámda ítróttagrein í Bretlandi

Liam Tancock skrivar her á bloggu síni frá kanning hjá Sport England, at svimjing er tann ítróttagrein sum bretar íðka mest. Umleið 3.2 milliónir bretar fara regluliga í svimjihyl minst 1 ferð 30 minuttir um vikuna, tilsvarandi 7.63% av fólkatalinum í Bretlandi. Talið er vaksið nógv seinasta árið, serliga tá ið tað kemur til bretar ið eru 55 ár ella eldri. Og orsøkin til hetta er óivað átakið hjá bretsku stjórnini, at loyva øllum bretum frá 60 ára aldur og uppeftir at svimja púra ókeypis. Bretar íðka í dag sum heild meira ítrótt, soleiðis at tey nú eru 7 milliónir frá 16 ára aldur og uppeftir sum minst tríggjar ferðir um vikuna íðka onkran ítrótt. Liam Tancock er heimsmeistari í 50 rygg frá HM í Rom í fjør. Sí www.liamtancock.com

Fyrrverandi venjarin hjá Ian Thorpe fer nú at venja bretar

Doug Frost vandi Ian Thorpe frá tí at Thorpe var átta ára gamalur, til hann í 2002 hevði sett 17 heimsmet, vunnið trý OL gull í Sydney 2000, og mangt mangt annað. Nú fer Frost til Bretlands at verða venjari í einum av teimum 5 elitusentrunum sum tey seta upp har, kallað “British Swimming Intensive Training Centre (ITC)”. Les SwimNews.dk

Bretar ætla av heilsuávum at lata alla almenna svimjing vera ókeypis

Olympiski ráðharrin Tessa Jowell hevur boðað frá at bretska stjórnin ætlar at lata alla almenna svimjing vera ókeypis frá ár 2012 at rokna, og longu frá komandi ári fyri fólk yvir 60 ár. Orsøkin er at tey vilja spara pengar í heilsurøktini, við at fáa fleiri at svimja. Í Wales er svimjing longu ókeypis fyri ung og eldri yvir 60 ár. Lesið her á Telegraph.co.uk Continue reading Bretar ætla av heilsuávum at lata alla almenna svimjing vera ókeypis

Bretar bjóða virðisløn til venjarar at OL vinnarum

Bretska svimjisambandið innførir nú eina skipan við peningavirðisløn til venjarar, um svimjarar teirra vinna heiðursmerki á Olympisku leikum í Beijing 2008. Venjarin fær £10.000 um talan er um gullheiðursmerki, og ávikavist £7.500 og £5.000 um talan er um silvur ella bronsu. Sum tey siga: Svimjarin fær longu eina peningaliga virðisløn, og nú vilja tey eisini viðurkenna arbeiðið hjá venjaranum. Lesið her á SwimNews.

Føroyskur svimjari í Bretlandi

David Carry, ja tað ljóðar ikki føroyskt, men hann hevur tó røtur úr Føroyum.
David er føddur t. 8. Okt. 1981 í Aberdeen. Hann hevur svomi síðan hann var bert 5 ára gamal og vann heili 2 gull til Commonwealth Games í 2006 í Avstralia. Hann vann 400m frí, og 400m blandað. Men hansara fyrsta enska met kom so ikki fyrr enn fríggjadagin 27. juli 2007. Tað var í 400m frí at David tók bretska meti frá Paul Palmer (OL silvur í 1996) tíðin hjá David var 3:47,40 og er tað 19 sek. skjótari enn føroyska meti hjá Pál Joensen. Langbana til Føroyar takk!
David er ein av mongu ungu svimjarum úr Bretlandi sum hevur vant í Avstralia (Gold Coast) og sum Bretland vónar, skal gerða um seg til OL í 2012.
Um “klaksvíkingurin” (David) sleppur undan skaðum, og annars heldur á fram at betra seg, ja so kanska okur fáa fyrsta gullheiðursmerki til Føroyar til OL í svimjing longu í 2012 🙂
Sikken ein styrkur til Ægir (Johan Martin sær gull nú) David er sera sterkur í 200 og 400m frí, men 400m blandað er ikki av leið, 4:15,98 á langbana er nokk til finalu til HM. David var sjúkur í Melbourne og megnaði tí ikki at vísa hvat hann kundi, men til Bretsku Meistarakappingina í farnu viku á langbana, vísti hann øllum hvat hann er gjørdur av.