WorldSport.TV tosar her við týsku Britta Steffen, áðrenn hon í Rom í summar gjørdist heimsmeistari í 50 og 100 frí, og eftir at hon í Beijing í 2008 gjørdist olympiskur meistari í somu greinum.
Tag: Britta Steffen
Steffen og Biedermann eru ársins svimjarar í Evropa
Týskarar vóru stóru vinnarnir, nú umboð úr øllum evropeiskum svimjisambondum og hjá fjølmiðlum skuldu velja evropeisku “Athletes of the Year”. Britta Steffen vann heiðurin sum besti kvinnuligi svimjari, vegna sínar HM sigrar í 50 og 100 frí, sum eisini vóru heimsmet. Paul Biedermann vann hjá monnum, vegna síni HM gull í 200 og 400 frí, ið eisini vóru heimsmet. Og týskarar vunnu eisini heiðurin hjá havsvimjarum, við Angelu Maurer sum vann HM á 25 km, og Thomas Lurz sum vann 5 og 10 km. Les SwimNews.com og www.len.eu
Britta Steffen sett heimsmet í 100 frí
“The suits are back in business”, freistast man til at siga, nú týska Britta Steffen á týsku meistarastevnuni í Berlin hevur sett heimsmet í 100 frí, við tíðini 52.85. Libby Trickett átti heimsmetið á 52.88 frá í fjør. Les SwimNews.com