Samandráttur av føroyskum úrslitum á Bergen Swim Festival 2014

So er Bergen Swim Festival 2014 avgreitt, og teir tríggir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen stóðu seg bara væl. Tilsamans 9 finalur bleiv tað til, tær 12 ferðir teir luttóku, og sum heild svumu teir betri enn sína styrkismeting.

Pál vann gull í 400 frí, meðan Magnus vann silvur í 50 rygg, og bronsu í 100 og 200 rygg.

Fyri tey sum ikki vita tað, so er Pál einasti veruligi føroyski svimjari millum hesar, meðan hinir báðir svimja fyri Danmark. Men við tað at teir allir uppá aðrar mátar eru at rokna sum føroyingar, fylgja vit við 🙂

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Continue reading Samandráttur av føroyskum úrslitum á Bergen Swim Festival 2014

Pál Joensen 3:45.45 og gull í 400 frí á BSF 2014

Pál Joensen vann í dag gull á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:45.45. Danski Anton Ørskov Ipsen vann silvur við 3:45.90 og norski Henrik Christiansen bronsu við 3:46.05. Frans Johannesen varð nummer 5 við tíðini 4:01.15. Pál vann fyri viku síðani 400 metra frísvimjing á Føroyameistarastevnuni 2014 við tíðini 3:48.17, so hetta í Bergen var væl skjótari.

Magnus 26.04 og víðari til finalu í 100 rygg á BSF 2014

Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til enn eina finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í innleiðandi 50 metra ryggsvimjing svam fjórskjótastu tíð 26.04. Estiski Ralf Tribuntsov hevði bestu tíð 25.83 sekund, so har var ikki stórur munur á teimum fremstu.

Magnus 2:01.39 og bronsu í 200 rygg á BSF 2014

Magnus Jákupsson vann sær í kvøld eitt bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:01.39, aftanfyri estiska Ralf Tribuntsov á 1:58.05 og svenska Simon Sjodin á 2:00.53. Magnus vann eisini bronsu í 100 rygg í kvøld, og hevur harvið vunnið tvey sovorðin tilsamans til nú.

Frans 59.08 og nr 6 í 100 blandað á BSF 2014

Frans Johannesen varð í kvøld nummar 6 í 100 metra blandaðari svimjing á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 59.08 sekund. Estiski Martti Aljand vann kappingina við tíðina 54.02 sekund, danski Daniel Skaaning vann silvur við 55.47, og norski Markus Lie bronsu við tíðini 56.31.

Magnus 23.73 og nr 6 í 50 frí á BSF 2014

Magnus Jákupsson varð í kvøld nummar 6 í 50 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann svam teinin uppá 23.73 sekund. Finalan var skipað sum ein av hesum ‘challenge’ kappingunum, har teir skuldu svimja teir 50 fleiri ferðir, og 2 teir spakuligastu so her vórðu tiknir frá aftaná hvørjar rundu. Og Magnus og Markus vóru so teir óhepnu hesu ferð, væl hugsandi tí at teir júst undan høvdu kappast um heiðursmerki í 100 metra ryggsvimjing.