Pál og Frans nr 6 og 7 í 200 frí á BSF 2014

Pál Joensen og Frans Johannesen luttóku fyri løtu síðani í finalu í 200 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2014, og vórðu teir har ávikavist nummar 6 og 7 við tíðunum 1:49.77 og 1:49.84. Tað var ein rættiliga tøtt finala, har vinnarin Daniel Steen Andersen úr Danmark vann við tíðini 1:48.03, og silvur og bronsu so fóru til danska Daniel Skaaning á 1:48.09 og svenska Simon Sjödin á 1:48.60.

Pál 3:52.68 og skjótastur í innleiðandi 400 frí á BSF 2014

Pál Joensen svam seg lættliga víðari til finalu í 400 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2014, tá ið teir í morgun avgreiddu innleiðandi riðlarnar. Hann hevði nevniliga klárt skjótastu tíð 3:52.68, har nummar 2 og 3 av seniorunum vóru donsku Sebastian Ovesen á 3:57.90 og Anton Ørskov Ipsen á 3:58.84. Frans Johannesen hevði fjórskjótastu innleiðandi tíð 3:59.03. Millum hesar lá eisini juniorurin Henrik Christiansen, við 3:56.32.

Pál og Frans víðari til finalu í 200 frí á BSF 2014

Pál Joensen og Frans Johannesen kvalifiseraðu seg báðir til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið innleiðandi riðlarnir í 200 metra frísvimjing vóru nú seinnapartin. Pál hevði triðbestu tíð 1:50.36 og Frans 6. bestu 1:51.86, meðan skjótasti var danski (og í løtuni forkølaði) Daniel Skaaning á 1:49.29. Kappingin í 200 frí var sum heild dominerað av føroyingum og dønum, nú eisini donsku Daniel Steen Andersen og Anton Ørskov Ipsen vóru millum teir 7 sum kvalifiseraðu seg til finaluna í morgin.

Pál 1:03.14 og víðari til finalu í 100 bringu á BSF 2014

Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani víðari til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam teinin uppá 1:03.14. Hetta er bara 14 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá honum á 1:03.00. Estiski Martti Aljand svam skjótastu tíð 1:00.63, Pál var sættskjótastur, og ‘spakuligasti’ av teimum sum sloppu í finalu var norski Jørgen Scheie Bråthen, sum svam teir 100 á 1:04.28.

Magnus 23.41 og víðari til finalu í 50 frí á BSF 2014

Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 50 metra frísvimjing svam teinin uppá 23.41 sekund. Hetta var fimtskjótasta tíð, har Ralf Tribuntsov hevði skjótastu á 22.55 sekund. Frans Johannesen svam 11. bestu tíð á 24.13 sekund, har tað sleppa 7 í finalu í Sentralbadet.

Pál, Frans og Magnus til Bergen Swim Festival 2014

Árliga Bergen Swim Festival byrjar í morgin, við luttøku av altjóða stjørnum sum til dømis suðurafrikanska Cameron van der Burgh, ungarsku Daniel Gyurta og Katinka Hosszu, og føroyinginum Pál Joensen. Danir hava ein rættiliga stóran hóp eisini, av landsliðssvimjarum og úr sonevnda ‘Great Danes’ hópinum, har eisini Frans Johannesen og Magnus Jákupsson teljast ímillum.

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Continue reading Pál, Frans og Magnus til Bergen Swim Festival 2014