Pál fimtbestur í heiminum í 800 frí

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen gjørdist í gjár nummar fimm í finaluni á evropameistarastevnuni í Budapest, við fimtbestu tíð í heiminum í ár. Tíðin 7:53.11 rakk til eitt flott føroyskt met, og Pál megnaði sostatt at betra seg í báðum EM kappingum sum hann luttók í.

DSC00329
Continue reading Pál fimtbestur í heiminum í 800 frí

Ein 800 metur í absoluttum heimsklassa

800 meturin í dag var snøgt sagt eitt fantastiskt upplivilsi, har menn løgdu sjúkliga skjótt út, og aðrir so tóku yvir. Estiski professarin Rein Haljand var skjótur at nevna fyri mær, á Coaches Clinic aftaná, at fyrst nú skilti hann hví avstraliarar vóru so glaðir fyri 800 meturin. At hann hevði alt, uttan at vera so drúgvur sum teir 1500, og so skjótt yvirstaðin sum tað stutta.

Nágreiniliga hvussu góður hesin 800 metur var, listar SwimmingWorld Magazine upp her á heimasíðu síni. Haldið fast, tað kravdi fimtbestu tíð í heiminum í ár, at gerast fimtbesti svimjari í finaluni. Ja netupp, tað merkir, at nummar 1 svam bestu tíð í ár, nummar 2 svam næstbestu, og so framvegis. Evropa eigur 800 meturin !
Continue reading Ein 800 metur í absoluttum heimsklassa

Pál fekk 5. pláss og setti nýtt føroyskt met í 800 frí

Pál Joensen fekk eitt 5. pláss í 800 frí finaluni í Budapest. Tíðin hjá honum var 7:53.11, sum er nýtt føroyskt met. Gamla metið, sum Pál setti við superdrak í fjør, var 7:54.40. Norðurlendska metið hjá Mads Glæsner er 7:52.18. Fraklendingurin Sebastien Rouault fekk gull við tíðini 7:48.28.

  1. Sebastien Rouault, Frakland – 7:48.28
  2. Christian Kubusch, Týskland – 7:49.12
  3. Samuel Pizzetti, Italia – 7:49.94
  4. Gergo Kis, Ungarn – 7:51.93
  5. Pál Joensen, Føroyar – 7:53.11
  6. Federico Colbertaldo, Italia – 7:54.84
  7. Mads Glæsner, Danmark – 7:55.80
  8. Gergely Gyurta, Ungarn – 7:59.95

Pál legði harðast út við Mads Glæsner og Sebastien Rouault undir liðini. Rouault og Glæsner fóru eitt vet frammum eftir 300 m, meðan Kubusch byrjaði at seta fer á aftaná 350 og vendi sum nr 2 aftaná 400 m aftanfyri Rouault og frammanfyri Glæsner. Pál svaraði aftur og fór frammum Glæsner 50 m seinni, men samstundis byrjaði Pizzetti og Kis at taka seg fram, soleiðis at Kubusch, Rouault, Pizzetti og Kis vendu sum nr 1, 2, 3 og 4 aftaná 500 m. Rouault og Kubusch svumu undan hinar og lógu lið um lið heilt til mál.

Pauli nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing

DSC00315Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pauli Ø. Mohr setti í morgun nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, í innleiðandi riðlunum á EM í Budapest. Tíðin 31.39 er flott nýtt føroyskt met við so gott sum einum sekundi, har metið hjá Dánjal Martini Hofgaard frá Reykjavík International Games í 2008 var 32.36.
Continue reading Pauli nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing

Nú hava útlendskir fjølmiðlar uppdagað Pál Joensen

Fekk eitt minni sjokk, nú eg hugdi at yvirlitinum sum Google Reader gevur mær við tíðindum um Pál Joensen. Har er fult av søgum, í teimum heilt stóru bløðunum, og tey eru sum heild annaðhvørt knøpp og kontant, við upplistingum av tíðunum, ella víðkað við rósandi orðum um okkara Pál.

Tak til dømis greinina her hjá The Telegraph:

In an incredible race at the Alfred Hajos swimming complex on Margaret Island, Joensen, a triple gold medallist at the European Junior Championships in 2008, led with three laps to go before Italian Sebastian Roualt found enough resolve to snatch the lead at the 1425m mark and take gold. Joensen finished 1.73secs adrift in a new Nordic record.

No one really remembers silver but Telegraph Sport was still on hand after the race to track down Joensen. After all, there could be more to come as he will compete in the 800m freestyle. And gold really would deserve a Faroese national holiday after years of 7-1 scorelines in European and World Cup qualifiers.

Continue reading Nú hava útlendskir fjølmiðlar uppdagað Pál Joensen

Pál víðari úr innleiðandi 800 frí

Pál Joensen vann í áðni 4. riðil í 800 frí innleiðandi í Budapest. Tíðin hjá Pál var 7:56.55, ið var 4. besta tíð í morgun. Hesir møtast í finaluni kl 16 í morgin.

  • Christian Kubusch, Týskland – 7:53.93
  • Sebastien Rouault, Frakland – 7:54.30
  • Gergo Kis, Ungarn – 7:55.87
  • Pál Joensen, Føroyar – 7:56.55
  • Frederico Colbertaldo, Italia – 7:58.32
  • Mads Glæsner, Danmark – 7:58.50
  • Gergely Gyurta, Ungarn – 7:59.13
  • Samuel Pizzetti, Italia – 8:00.10

Pál legði hart út og førdi allan teinin. Gyurta og Pizzetti blivu nr 2 og 3 í riðlinum. Mark Foster segði á Eurosport, at “[Pál] has gone from zero to hero“.