Mark Foster: “Joensen puts a big smile on my face”

Kommentatorarnir á Eurosport, bretin Mark Foster og týskarin Thomas Rupprath, taka samanum 1500 finaluna:

Eurosport Carrie Anne: “…And then we had the 1500 m, that was some race also…

Mark Foster: “Yeah, I’m really happy for Joensen. I mean, obviously, Rouault came back. You know, he basically waited and buyed his time until the last 300 m and then just went for it. And he was hoping that Joensen didn’t get too far ahead, but for me Joensen puts a big smile on my face. The fact is he is junior European champion two years ago, trains in a small pool, no facilities, and he came out there, and he went for it, and he hanged on – that is a brilliant story!

Eurosport Carrie Anne: “And he told me, he couldn’t do anything else…

DSC00264
Continue reading Mark Foster: “Joensen puts a big smile on my face”

Build that man a pool, and name it after him

Hetta eru orðini hjá Craig Lord, høvuðsskribentur fyri SwimNews.com, sum er ein av teimum heilt stóru svimjiheimasíðunum. Hann skrivar nógv um Pál í greinini her, og er sum so nógv onnur fullstendiga bergtikin av dirvinum hjá Páli, at leypa soleiðis avstað og halda ímóti bestu svimjarum í Evropa.

“Faroe Islands: build that man a 50m pool and name it after him…”
Continue reading Build that man a pool, and name it after him

Pál Joensen fekk EM silvur í 1500 frí

Pál Joensen fekk silvur í Budapest og setti nýtt norðurlenskt met í 1500 frí. Tíðin hjá Pál var 14:56.90 – einans 1.73 sekund eftir fraklendingin Sebastien Rouault, ið svam 14:55.17. Italiumaðurin Samuel Pizzetti fekk bronsu við tíðini 14:59.76. Stuttbana evropameistarin Frederico Colbertaldo úr Italia gjørdist nr 4 við tíðini 15:06.92.

DSC00250
Continue reading Pál Joensen fekk EM silvur í 1500 frí

Pál svimur EM finalu kl 16:02 í dag

Tey eru nógv sum spyrja, og eg leggi tí hesa mynd út her, tikin beinleiðis úr skránni í mínari “Team Leader’s Guide”. Har stendur at Pál svimur kl 17:02 lokala tíð í Budapest, sum er klokkan 16:02 í Føroyum. Og tað kann man rokna við, tí tað hevur jú okkurt við sjónvarping og sjónvarpslýsingar at gera. Eurosport sendir frá øllum EM, íroknað innleiðandi riðlar.

DSC00196

Jon Hestoy fekk silvurnál í Budapest

Jon Hestoy fekk fyrradagin handað silvurnál frá evropeiska svimjisambandinum, á “LEN Family Dinner” her í leypi av EM í Budapest. Hetta er fyri trúgva tænastu í havsvimjingini, har hann hevur luttikið nú tilsamans sjey ferðir sum dómari, síðani hann í 1998 gjørdist “LEN Technical Open Water Swimming Committee Member”.

Her á myndini stendur Jon saman við Sven Egil Folvik aðalskrivara og Nory Kruchten forseta í LEN.

Jon Hestoy silvurnál frá LEN

[Image courtesy of Deepbluemedia.eu/G.Scala]

Alshammar og Ottesen 1-2 í 50 firvald

Svenska Therese Alshammar vann fyri løtu síðani gull í 50 firvald á EM í Budapest, við donsku Jeanette Ottesen á øðrum plássi. Tíðirnar vóru 25.63 og 25.69, har Tessan í hálvfinaluni setti stevnumet við 25.50. Svenska Sarah Sjostrøm var eisini heilt nær einum heiðursmerki, við tíðini 26.14 og einum 4. plássi, har bronsumerkið fór til fronsku Melanie Henique við 26.09. Sí úrslit her á omegatiming.com