Pál vann sín riðil sannførandi, tá hann svam 1500 innleiðandi fyri løtu síðani. Tíðin hjá Pál var 15:04.05, sum er tað hann og Jón Bjarnason høvdu ætlað sær. Teir mettu, at 15:05.00 burdi verið nokk til finalu pláss. Tíðin var eisini fyribils besta tíð á teininum í ár.
Pál førdi beinanvegin undan, og økti munin niður til hinar allan teinin. Mads Glæsner, sum svam 400 frí í gjár, men misti finalu pláss, lá eina løtu nr 2, men bleiv yvirhálaður av fransmannin Anthony Pannier og eina løtu seinni av hollendaran Job Kienhuis. Men Glæsner svaraði aftur og fekk eitt triða pláss við tíðini 15:16.63. Pannier gjørdist nr 2 við tíðini 15:14.38 og Kienhuis bleiv nr 4 við tíðini 15:24.31. Ein norðmaður í Budapest viðmerkti, at Pál svam teir síðstu 100 m undir minuttin, ið vísir, at hann hevði orku eftir. Norðmaðurin segði so: “Gratulerer med dagen, det holder til medalje!”.
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í SSF, sigur úr Budapest, at “Jón og Pál hava garanterað hægri mál, men fyri Svimjisambandið er málið hervið rokkið. Nú er so dreymurin eftir!”.
Nú annar og triðið riðil er svomin er bara ein svimjari, Samuel Pizzetti úr Italia, skjótari enn Pál. Tíðin hjá Pizzetti er 15:03.32. Sebastien Rouault (FRA, 15:06.70), Przemyslaw Stanczyk (POL, 15:08.54), Federico Colbertaldo (ITA, 15:08.83), Mateusz Sawrymowich (POL, 15:09.50), Gergely Gyurta (HUN, 15:12.46) og Anthony Pannier (FRA, 15:14.38) eru eisini í finaluni í morgin. Mads Glæsner bleiv nr 9 og náddi tí ikki finaluna. Uttan so at ein av hinum melda frá.