Kolesnikov 23.80 og nýtt heimsmet í 50 rygg

Russiski Kliment Kolesnikov megnaði aftur í kvøld at seta heimsmet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hann í finaluni á EM 2021 í Budapest varð evropameistari við tíðini 23.80 sekund, har hann í hálvfinaluni í gjár setti heimsmet við 23.93. Hann átti tað eisini áðrenn hetta, við 24.00 sekund frá EM í Glasgow í 2018; men nú er hann so sum sagt hin fyrsti nakrantíð undir 24 sekund í 50 rygg á langgeil, umframt at hann við evropameistaraheitinum er 10.000 evrur ríkari.

MEN – 50M BACKSTROKE – FINAL KOLESNIKOV Kliment RUS Russia Celebrate World Record Swimming Budapest – Hungary 18/5/2021 Duna Arena XXXV LEN European Aquatic Championships Photo Giorgio Scala / Deepbluemedia / Insidefoto

Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto

Íslendingar hjálpa okkum í Budapest

Av tí at alt er so serligt nú í sambandi við korona, so vóru vit eitt sindur í neyð herfyri, tá ið venjarin hjá Signhild mátti melda avboð, so mikið seint at tað var hopuleyst at fáa nakran annan inn.

Men, tíbetur hava vit góðar vinir í Íslandi, sum beinanvegin játtaðu av vilja hjálpa okkum, í tann mun sum tað nú einaferð fór at bera til har í ‘bobluni’. Tað eydnaðist ikki at flyta til teirra hotel, men tíbetur gongur tað viktigasta fyri seg í hylinum.

Her er tað Hörður J. Oddfríðarson, fyrrverandi formaðurin hjá íslendska svimjisambandinum, sum ger samrøðu við Signhild uttanfyri Duna Arena, nú fyri løtu síðani. Hann sigur at vit fáa eitt avrit av samrøðuni 🙂

Signhild og Hörður í Budapest. Rannvá Sigfríðsdóttir eigur myndina

Signhild 29.89 í 50 rygg á EM 2021

Signhild Joensen royndi seg nú fyri løtu síðani í 50 metra ryggsvimjing á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og svam tá 29.89. Hetta er hennara 9. besta tíð nakrantíð, har hin besta er føroyska metið hjá henni á 29.54 frá EM í Glasgow í 2018. Sí úrslitalistan her

Signhild Joensen uttanfyri Duna Arena í Budapest. Hörður J. Oddfríðarson eigur myndina

Tíðin hjá Signhild rakk til eitt 43. pláss millum tær 54 luttakandi, har hon áðrenn stevnuna var styrkismett til eitt 42. pláss, við tíðini 29.64 frá OL-stevnuni í Vejle í mars mánaða. Men, hetta er vanliga ikki sterkasta grein hjá Signhild, og nú eru vit so í øllum førum í gongd! 🙂

Ein heilsan til tykkum í fremstu røð

Her er ein mynd úr Duna Arena í Budapest, har Signhild og Rannvá eru komnar væl uppá pláss. Ungarsku fyriskipararnir hava gjørt ein vegg við heilsanum á hesum mongu ymisku málunum sum luttaka á EM, til tykkum øll sum stríðast í fremstu røð, hóast og vegna korona.

Signhild í Duna Arena í Budapest

Í okkara føri fingu vit góða hjálp til týðingina frá Facebook-bólkinum “Føroysk rættstaving” – og ungarar fingu strang boð um at fáa stavirnar rættar, sum tey týðiligvís eisini kláraðu 🙂

Beinleiðis stroyming frá EM 2021 í Budapest

UPDATE – LEN hevur skift til at stroyma frá nýggju netrásini All Aquatics

Evropeiska svimjisambandið stroymar her á len.eu, ókeypis frá allari Evropameistarastevnuni 2021, sum útyvir kappsvimjing eisini umfatar listarliga svimjing, útlop av vippu og svimjing í opnum vatni.

Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto

Úttøkuskipan til EM 2021 í Budapest

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi EvropaMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 17. til 23. mai 2021.

Stutt sagt sama skipan sum til hesa somu stevnu í fjør, at vit ætla at taka út teir báðar svimjarar av hvørjum kyni, sum í kravtíðarskeiðnum klára bestu avrik yvir 700 FINA stig.

Sjálvsagt við fyrivarni fyri, at tað yvirhøvur ber til í hesi koronutíð.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link

EM 2021 verður, sigur Barelli

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá evropeiska svimjisambandinum LEN, so ætla tey enn at EM á langgeil 2021 skal verða sum ætlað í Budapest hin 10. til 23. mai 2021, um ikki støðan við korona gerst munandi verri.

“Within this context I want to reassure you by confirming that, unless of significant changes in the pandemic in Europe in the coming months, the Budapest European Aquatics Championships will be staged as planned this coming May 2021, going forward on its original dates and with the already announced schedules in each discipline.”

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link

HM 2019 verður í Gwangju (Korea), HM 2021 í Budapest (Ungarn)

tíðindaskriv á FINA.org

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í dag, at heimsmeistarastevnan á langgeil í 2019 verður í Gwangju í Korea, og tann í 2021 í Budapest í Ungarn. Áhugi hevði eisini verið frá Baku í Aserbadjan og teimum sameindu arabisku emiratunum. Heimsmeistarastevnan í 2015 verður í Kazan í Russlandi, og tann í 2017 í Guadalajara í Mexico.