Tað var við áhugaverdum taktikkum, at heiðursmerkini vóru avgjørd á OL í kappsvimjing í nátt, tó so at tey endaðu við at fara til ‘supermaktirnar’ innan svimjing, USA, Avstralia og Kina.
Continue reading USA, Avstralia og Kina tóku skreytið, fimta dag á OL í TokyoTag: Caeleb Dressel
Caeleb Dressel hyggur at svimjing í filmum
Her eru nógv góð ráð í hesum, frá einum av heimsins bestu svimjarum!
Amerikanski Caeleb Dressel hyggur at svimjing í filmunum Sex Education, Swimming for Gold, Castaway, Pride, Swimming Upstream, Kingsman: The Secret Service og Just Go With It.
Caeleb Dressel royndi at svimja 50 frí undir 20 sekund í ‘superdrakt’, tað eydnaðist ikki (hesuferð)
Nú amerikanski Caeleb Dressel herfyri setti nýtt heimsmet í 50 metra frísvimjing á stuttgeil, við at svimja hendan stytsta teinin uppá 20.16 sekund á ISL-stevnu í Budapest, so funnu tey uppá at hann skuldi royna at fara undir 20 sekund í ‘superdrakt’, tvs. ein av hesum heildraktum sum svomið var í fram til 2010.
Hetta hendi nú mikudagin hin 9. desember, á 20-ára føðingardegnum hjá sokallaðu ‘Fastskin’-seriuni hjá svimjiklædnaframleiðaranum (og sponsorinum) Speedo. Tað eydnaðist ikki hesuferð, men er stuttligt at hyggja at fyri tað.
Caeleb Dressel 20.16 og nýtt heimsmet í 50 frí
Amerikanski Caeleb Dressel setti í dag nýtt heimsmet í 50 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í ISL-finaluni í Budapest svam hendan teinin uppá 20.16 sekund. Hann átti sjálvur heimsmetið á 20.24 sekund, frá ISL-finaluni í Las Vegas í fjør.
Caeleb Dressel 47.78 og nýtt heimsmet í 100 firvald
Amerikanski Caeleb Dressel setti í nýtt heimsmet í 100 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, og gjørdist fyrsti svimjari nakrantíð undir 48 sekund í hesi grein, tá ið hann vann ISL-finaluna í Budapest við tíðini 47.78 sekund. Suðurafrikanski Chad le Clos átti heimsmetið á 48.08 sekund, frá HM á stuttgeil í Windsor í 2016.
Caeleb Dressel 49.88 og nýtt heimsmet í 100 blandað
Amerikanski Caeleb Dressel setti í gjár nýtt heimsmet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hann í ISL-dysti í Budapest svam teinin uppá 49.88 sekund. Russiski Vladimir Morozov átti heimsmetið á 50.26 frá World Cup stevnu í Eindhoven í 2018, og Dressel er sostatt eisini fyrsti svimjari nakrantíð undir 50 sekund í 100 blandað.