Ein góð mynd av liðnum hjá okkum á langteinalegu í Calella. Tað hevur verið áhugavert at fylgja teimum í kryptiskum boðum á Facebook – eina tíð ljóðaði tað sum um at bara onkur einstakur dámdi havsvimjing, men nú eru seinastu boðini at tey sláa hávar niður við colafløskum ?
Tag: Calella 2011
Ungu langteinararnir væl framkomnir til Calella
Sum kunnugt eru tey fýra Tanja Skaalum, Cecilia W. Eysturdal, Óli Mortensen og Eyðbjørn Joensen nú á venjingarlegu í Spania, har tey skulu venja á langgeil og í havinum saman við øðrum góðum langteinarum úr Evropa. Tey fóru úr Føroyum tíðliga í gjáramorgunin, komu fram einaferð í leypi av degnum, og ljóða til at hava tað heilt ókey (27 gradir í skugganum, huff).
Her er eitt feskt videobrót av kantinum í Calella:
Seinnapartin skulu tey svimja á havinum, blikalogn og 23-26 ºC