Miðlar boða í morgun frá syndarligari vanlukku í Argentina, har 10 fólk doyðu tá ið tyrla teirra datt niður. Umborð vóru millum annað Camille Muffat, gullvinnari í 400 metra frísvimjing frá OL í London 2012, Alexis Vastine, bronsuvinnari í boksing frá OL í Beijing 2008, og Florence Arthaud, meistari í sigling.
Tey vóru á ferð til at filma eitt av hesum yvirlivilsis ‘reality show’ kallað Dropped, tá ið tyrlurnar sum tey vóru í eftir øllum at døma rendu saman, stutt eftir takeoff, í einum oydnum øki einar 1170 kilometrar í ein útnyrðing frá Buenos Aires. Tey 10 deyðu eru sambært fronsku Wikipedia hesi trý, umframt báðir tyrluskipararnir og fimm sjónvarpsfólk.