Cecilia og Bartal vunnu svimjingina á Sjómannadegnum 2016

Klaksvíkingar skipaðu í dag fyri svimjing tvørtur um vánna í Klaksvík, sum partur av Sjómannadegnum 2016. Skjótast av øllum var Cecilia W. Eysturdal úr Ægir við tíðini 3 minuttir og 38 sekund, meðan Bartal E. Eidesgaard var skjótast av monnum við tíðini 3 minuttir og 58 sekund.

20160820DSC05422

Heiðursmerkjavinnarar Continue reading Cecilia og Bartal vunnu svimjingina á Sjómannadegnum 2016

Cecilia 1:10:47.84 og nr 22 í 5 km á OWS Cup í Kocaeli

63042_549894985046146_1792044198_nCecilia Wigant Eysturdal megnaði Ólavsøkuaftan 28. juli at svimja seg til eitt 22. pláss av 25 í 5 kilometra ‘opið vatn’ svimjing fyri kvinnur, á triðju Open Water Swimming Cup stevnu í Kocaeli, Turkalandi. Hon svam teinin uppá 1 tíma 10 minuttir 47 sekund og 84 hundraðpartar, bara 7 minuttir og 39 sekund spakuligari enn vinnarin Nicole Cirillo úr Italia, sum svam teinin uppá 1:03:08.64. Cecilia heilsar á Facebook at tað hevur verið ein hørð men eisini spennandi vika í Istanbul. Sí viðfesta úrslitalista.

Cecilia til altjóða kappingar í havsvimjing í summar

Sum tit kunnu lesa her á Norðlýsinum, so fer Cecilia Wigant Eysturdal í summar til Turkalands at kappast í havsvimjing, fyrst á “European Junior Open Water Championships” fríggjamorgunin hin 26. juli, har hon skal svimja 7.5 km, og síðani á “European Open Water Swimming Cup Leg 3” sunnudagin hin 28. juli, har teinurin er 5 km. Báðar kappingarnar verða í turkiska býnum Darıca í landspartinum Kocaeli, eystan fyri Bosporus strætið.

Cecilia winner of Skálafjarðarsvimjingin 2013

Cecilia W. Eysturdal 9:07.32 og silvur á NM í Vaasa

Cecilia Wigant Eysturdal megnaði í gjár at vinna sær silvur á norðurlendsku meistarastevnuni í Vaasa, tá ið hon í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 9:07.32. Tað var eitt rættiliga greitt silvur, vinnarin Josefine Hippi úr Svøríki svam 8:56.49, og íslendska Bára Kristin Bjørgvinsdóttir vann bronsuna við 9:16.13. Sí úrslistalistan her.

DSC02172

Cecilia kolldømd við triðbestu tíð

Tað gekk upp og niður hjá Ceciliu Eysturdal í Norðurlensku Meistarastevnuni í 10 kilometra havsvimjing í dag. Hon svam eina framúr góða tíð, 2 tímar og 20 minuttir ella stórtsæð bronsutíðin hjá henni á 5 km, 1:10.42, faldað við tvey. Tíðin hevði eisini rokkið til bronsu í dag, men tíverri misti Cecilia eina boyu og bleiv kolldømd. Mathilde Riis Sørensen vann við tíðini 2:09:56. Sí úrslit her.

Cecilia 2:11.64 og nýtt føroyskt juniormet í 200 frí

Cecilia Wigant Eysturdal hevur fyri løtu síðani sett nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen svam teinin uppá 2:11.64, har metið hjá henni frá Small States stevnuni í 2010 var 2:13.14. Sí úrslitalista her.

Cecilia á EJM í Antwerpen

Cecilia 4:37:51 og nýtt juniormet í 400 frí

Cecilia W. Eysturdal setti í morgun nýtt juniormet í 400 metra frísvimjing, í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen. Nýggja metið er 4:37.51, har metið hjá henni frá Mare Nostrum í 2011 var 4:40.09. Heðin L. Olsen royndi seg eisini í morgun, hann svam 100 metrar uppá 53.46 har føroyska metið hjá honum er 53.37.

(Heðin 100 frí í Antwerpen. Hann er á geil 7, næst-tættast okkum)