Olympiski meistarin og heimsmeistarin César Cielo varð á Maria Lenk Trophy stevnuni í mai mánaða testaður positit fyri nýtslu av furosemide, sum ikki er eitt dopingevni í sær sjálvum, men sum kann fjala aðra doping. Hann sigur at talan er um krossdálking í einum lógtilskoti, og brasilska antidopingin hevur tí bara givið honum eina ávaring, saman við teimum trimum Nicholas Santos, Henrique Barbosa og Vinicius Waked, sum eisini vórðu tiknir fyri nýtslu av hesum evninum. Craig Lord er ikki glaður her á SwimNews.com, mest tí at dómirnir eru so skiftandi, frá ávaring upp til 2 ára karantenu, alt eftir hvørjum landi tú kemur frá.
Tag: Cesar Cielo Filho
Lær at rulla í crawl við Cielo og Bousquet
Ein video her av swimmingworld.tv, har Richard Quick sáli og Brett Hawke høvuðsvenjari hjá Auburn greiða frá, hvussu man skal rulla við kroppinum í crawl. Í hylinum hava teir tveir góðar svimjarar hjá Hawke, brasilski heimsmeistarin César Cielo Filho, og franski evropameistarin Frédérick Bousquet.
César Cielo sett heimsmet í 50 frí
Brasilski César Cielo Filho hevur í morgun sett heimsmet í 50 frí á langgeil, á brasilsku meistarastevnuni í Sao Paolo. Nýggja heimsmetið er 20.91, har heimsmetið hjá franska Frederick Bousquet frá í apríl var 20.94. Les her á SwimmingWorld Magazine