Cullen Jones kom til at anda, og tapti

Amerikanski sprintarin Cullen Jones gjørdist her í vikuskiftinum nr 2 í 50 frí á Charlotte UltraSwim stevnuni í USA, sambært honum sjálvum tí at hann kom til at anda ta éinu ferðina, sum hann annars hevur trenað seg til ikki at anda. “There’s definitely a panic at that point where I feel my body is saying, ‘I need oxygen. I need oxygen,'” Jones said. “And I just have to kind of get over that. I’ve done it tons of times in practice without having any kind of drama. It’s not that hard to do.” Lesið her á charlotteobserver.com

Cullen Jones

[Picture courtesy of myuzeme, cc by-sa]
Continue reading Cullen Jones kom til at anda, og tapti

Bousquet hølvaði Phelps av í 100 frí

Sum onkur segði á Digg, so er Phelps “now officially on a loosing streak”, eftir fyrst at hava tapt ímóti Aaron Piersol í 100 rygg, og síðani at tapa við nærum einum sekundi ímóti Frederick Bousquet í 100 frí. Tíðirnar vóru Bousquet 48.22 og Phelps 49.04, har Phelps sambært ESPN lá og skifti millum boygdan arm og strektan arm í framføringini.

Bousquet vann, meðan Phelps droppaði finaluna

Frederick Bousquet vann teir 50 frí á Charlotte UltraSwim við 21.33, og setti U.S. Open record, har Cullen Jones varð nr 2 við 21.92, og Michael Phelps trekti seg frá finaluni eftir 23.24 í innleiðandi. Craig Lord á SwimNews er ikki nøgdur, fyri at siga tað mildt, men endurgevur Aaron Piersol fyri at siga til dømis “”If records are being broken at this time of year, it’s probably the suit”. Bousquet sjálvur er irriteraður, og sigur “I feel like I’m back home in France. That’s all they talk about. It’s really annoying”. Men heldur annars at Jaked draktin eigur at verða loyvd at nýta á HM í Rom. Video av finaluni sæst her á Universal Sports.

Holmgonga millum Bousquet og Phelps í morgin

Høvuðsattraktiónin á amerikansku svimjistevnuni Charlotte UltraSwim verður garanterað teir 50 frí í morgin leygardag, har franski Frederick Bousquet er tilmeldaður við heimsmetinum 20.94, við amerikanska Cullen Jones sum nr 2 við 21.59, og Michael Phelps sum nummar 77 við tilmeldingartíðini 20.04 yvir 50 yards. Phelps hevur jú langt síðani kunngjørt, at hann fer at royna ein nýggjan teknikk, ‘sum fer at kunna síggjast longu í fyrsta taki’, og tykiskt hartil at vilja skifta eitt niður ímóti teimum stytru teinunum, nú eftir stór-succésini í Beijing. Stevnan verður streamað ‘live’ á www.swimnetwork.com, og úrslitini fara hartil leypandi at kunna síggjast her.

DSC_0351

(Bousquet á EM í Rijeka í desember)
Continue reading Holmgonga millum Bousquet og Phelps í morgin

Hug at síggja nýggja takið hjá Phelps ‘live’?

Michael Phelps fer tann 14. – 17. mai at kappast aftur fyri fyrstu ferð síðani OL í Beijing, á amerikansku svimjistevnuni “Charlotte UltraSwim”. Hann hevur fyri tíð síðani nevnt at hann har fer at royna ein frí-teknikk, og at man fer at kunna síggja broytingina longu í fyrsta taki. Nú skriva tey so á SwimmingWorld, at hendan stevna verður send ‘live’ á Universal Sports, umframt at kunna síggjast ‘live’ á internetinum, á heimasíðuni swimnetwork.com hjá amerikanska svimjisambandinum.