Kinesiski Wu Peng megnaði aftur í gjárkvøldið at vinna á Michael Phelps í 200 metra firvaldasvimjing, sum annars er yndisgreinin hjá heimsins mest vinnandi OL-luttakara. Hetta var á Charlotte UltraSwim í USA, har Wu vann klárt við 1:56.83, og Phelps síðani kom inn sum nummar tvey við 1:58.22. Phelps hevur annars verið ósigraður í greinini í 9 ár, inntil hann fyrr í mai tapti ímóti netupp Peng á heimabana á Grand Prix stevnuni í Michigan. Les SwimNews.com.
Tag: Charlotte UltraSwim 2011
Meichtry smurdi Lochte og Phelps av
Sveisiski Dominik Meichtry vant burtur úr Ricky Berens, Markus Rogan, Ryan Lochte, Michael Phelps, Peter Vanderkaay og øðrum á Charlotte UltraSwim í gjárkvøldið, tá ið hann í 200 frí á langgeil við 1:48.55, ímóti ávíkavist 1:49.25, 1:49.47, 1:49.48, 1:49.89 og 1:50.49. Dyrka hvussu amerikanski viðmerkjarin ikki nevnir Meichtry fyrr enn 125 metrar eru farnir. Sí úrslit.
Cullen Jones vann hólmgonguna, 22.24 ímóti 22.28
Cullen Jones vann í kvøld hólmgonguna ímóti Josh Schneider, so at hann heldur enn Schneider sleppur til HM í Shanghai í summar. Hetta var í 50 metrar frí “swim-off” á Charlotte UltraSwim 2011, har Jones vann við bara 4 hundrapørtum, 22.24 ímóti 22.28 hjá Schneider. Les meira her á SwimmingWorld Magazine.
Jones og Schneider kappast um Shanghai-plássið í kvøld
Tað er nú í kvøld klokkan 23:20 føroyska tíð, at teir báðir Cullen Jones og Josh Schneider svimja um seinasta pláss á amerikanska landsliðnum til HM í Shanghai í summar, á Charlotte UltraSwim 2011. 50 metrar sum teir hava bíðað eftir nú í 9 mánaðir, og sum koma at avgera hvør at teimum báðum sum sleppur við til Kina. Fylgið við t.d. á www.svimjing.com/live