Donsku dámurnar eisini evropameistarar í 4×50 blandað

Tað kann væl vera at Jeanette Ottesen rópti eftir teimum ungu; men tað sær út til at hava riggað, nú donsku dámurnar eru evropameistarar í bæði 4×50 frí og 4×50 blandað … uttan hjálp frá Mie Ø. Nielsen. Í dag vóru tað Kristina Thomsen, Rikke Møller Pedersen, Jeanette Ottesen Gray og Pernille Blume sum megnaðu tað, at vinna á Kekkia og Fraklandi og øllum hinum, har tað líkasum var Ottensen sjálv sum við 25.10 í 50 firvald (!) hálaði tað heim. Sí úrslitalista her.

Rikke Møller Pedersen 1:04.21 og nýtt evropamet í 100 bringu

Danska Rikke Møller Pedersen megnaði á EM í Chartres í dag at vinna kappingina í 100 metra bringusvimjing, við nýggjum stevnumeti og evropameti 1:04.12, har hennara evropamet frá Salnikov Cup í Sankta Pætursborg í 2009 var 1:04.21. Eitt óført úrslit hjá fjónbúgvanum, tá ið hugsað verður um at hon tá í 2009 svam í ‘superdrakt’. Sí úrslitalista her.

Hannah Miley 4:23.47 og nýtt evropamet í 400 blandað

Skotska Hannah Miley megnaði á EM í Chartres í dag at seta nýtt evropamet í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon svam teinin uppá 4:23.47, har metið hjá Mireia Belmonte frá HM í Dubai í 2010 var 4:24.21. Miley legði ikki so hart út, men vann tað inn aftur í rygg og bringu, fyri so til síðst at klára ókey 59.84 í 100 frí 😛

Samanbering av splitt-tíðum

  • Miley 2012: 1:02.05 – 1:07.27 – 1:14.31 – 59.84
  • Belmonte 2010: 1:01.76 – 1:09.24 – 1:13.51 – 59.70

úrslitalistan her

Camille Muffat 3:54.85 og nýtt heimsmet í 400 frí

Franska fenomenið Camille Muffat megnaði nú seinnapartin at seta nýtt heimsmet í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á evropameistarastevnuni í Chartres svam teinin uppá 3:54.85, har heimsmetið hjá bretsku Joanne Jackson frá British Gas Grand Prix í Leeds í august 2009 var 3:54.92. Danska Lotte Friis vann silvur við 3:58.85 og franska Coralie Balmy bronsu við 3:59.80, har norðurlendska metið hjá Friis er 3:58.02 frá EM í Stettin í fjør. Sí úrslitalistan her.

Muffat after winning the Berlin 2012 World Cup 400 free

Pál 14:57.21 og nr 9 í 1500 frí á EM í Chartres 2012

Pál Joensen svam fyri løtu síðani 1500 frí á EvropaMeistarastevnuni í Chartres í Fraklandi, og gjørdist har nummar 7 í finaluni og nummar 9 samanlagt, við tíðini 14:57.21. Ungi italiumaðurin Gregorio Paltrinieri vann gull við óføru tíðini 14:27.78, ukrainin Sergiy Frolov silvur við 14:30.87 og fraklendingurin Anthony Pannier bronsu við 14:41.97.

DSC00787

(Myndin er frá World Cup í Berlin 2012)
Continue reading Pál 14:57.21 og nr 9 í 1500 frí á EM í Chartres 2012

Gongur framúr hjá dønum á EM í Chartres

Donsku dámurnar vunnu sær 3 gullmerki og 1 silvur afturat á EvropeMeistarstevnuni í Chartres í gjár, afturat gullinum í 4×50 frí fyrradagin. Lotte Friis vann 800 frí á millum annað World Cup vinnaran Katinka Hosszu, við tíðini 8:10.24 sum hon sjálv er væl nøgd við, tí tað er minni enn 3 sekund spakuligari enn teir 8:07.53 sum hon vann við á EM í Stettin í fjør, hóast hon tá var niðurtrappað og nú er í tungari venjing. Rike Møller Pedersen vann yvirbevísandi 200 bringu við 2:17.26, og Jeanette Ottesen 50 firvald við 25.21, umframt at vinna silvur í 100 frí við 53.13.

Continue reading Gongur framúr hjá dønum á EM í Chartres

Donsku dámurnar vunnu 4×50 frí á EM í dag

Heldur óvæntað, so megnaðu tær fýra Jeanette Ottesen Gray, Kelly Riber Rasmussen, Julie Levisen og Pernille Blume at vinna liðsvimjingina 4×50 frí í dag, á EvropaMeistarastevnuni í Chartres, við tíðini 1:38.10 frammanfyri Finnlandi á 1:38.13 og Hvítarusslandi á 1:38.43. Favorittarnir vóru nokk vertirnir úr Fraklandi, men tær gjørdust akkurát ov stuttar til heiðursmerki, við 1:38.43 og fjórðaplássi. Sí úrslitalista her

Pál 3:47.94 og nr 21 í 400 frí á EM í Chartres

Pál Joensen hevur í morgun roynt seg í 400 metra frísvimjing, á EvropaMeistarastevnuni á stuttgeil í Chartres í Fraklandi. Men tað bleiv so ikki til nakað finalupláss, tíðin 3:47.94 rakk til eitt 21. pláss millum teir 37 luttakandi, sum ikki telur serliga nógv uttan tá ið samanborið verður við hinar sum fara at svimja 1500 frí finalu, leygardagin. Okkurt kundi nevniliga bent á at fleiri av teimum brúktu 400 til at fyrireika ferðina til 1500, meðan aðrir av álvara valdu at kappast í 400 eisini …

  • #1 Gabriele Detti (ITA) 3:43.03
  • #4 Sergiy Frolov (UKR) 3:43.85
  • #8 Gregorio Paltrinieri (ITA) 3:45.17
  • #11 Anthony Pannier (FRA) 3:45.71
  • #15 Patrik Rakos (HUN) 3:46.23
  • #21 Pál Joensen (FAR) 3.47.94
  • #29 Damien Joly (FRA) 3:50.04
  • #30 Mateusz Sawrymowicz (POL) 3:50.21

úrslitalistan frá 400 her og startlistan til 1500 her

So er tað EM á stuttgeil 2012, við Páli í 1500 frí finalu

Pál Joensen fer í morgin árini at luttaka í 400 metra frísvimjing, á EvropaMeistarastevnuni 2012 í franska býnum Chartres, nær París. Offisielli startlistin er nú klárur; Pál hevur enn bestu tilmeldingartíð 3:41.05 frá EM í Stettin í fjør, og liggur tí á bestu geil í fimta og síðsta riðli , har flestu eygu tó óivað eru á Yannick Agnel í triðja riðli, sum á fronsku meistarastevnuni síðsta hósdag setti nýtt heimsmet, 3:32.25.


Continue reading So er tað EM á stuttgeil 2012, við Páli í 1500 frí finalu