Schoeman kallaði indisku áskoðararnar fyri apukattar

Suðurafrikanski Roland Schoeman verður grillaður í dag á The Times of India, fyri at hava kallað indisku áskoðararnar á Commonwealth Games svimjistevnuni fyri apukattar (“monkeys”). Á SwimNews.com verjir Craig Lord Schoeman, at tað ikki hevði nakað við húðarlitin at gera, men heldur at tey uppførdu seg sum apukattar (“monkeying around”). Trupulleikin var nevniliga, at tey ikki tagdu fyri tað um fyriskipararnir kravdu frið áðrenn startin, við tí úrsliti at millum annað Schoeman og Simon Burnett máttu upp at starta umaftur, eftir ein tjóvstart sum startarin dømdi at vera tí at áskoðararnir larmaðu ov illa.


Continue reading Schoeman kallaði indisku áskoðararnar fyri apukattar

Kaos her beint áðrenn Commonwealth

SwimNews.com skrivar nú at nakrar av størstu tjóðum sum skulu luttaka á Commonwealth Games 3. – 14. oktober nú umhugsa at flyta kappingina til onkra aðrastaðni í Miðeystri ella Asia, ífall at umstøðurnar í Delhi ikki verða klárar. Bretar hava ávarað um at teir slettis ikki fara til Delhi, um ikki umstøðurnar verða betri, sum er nokk so akutt við at tey eftir ætlan skulu fara til Delhi í morgin. Og Avstralia hevur eisini givið sínum svimjarum boð um at teir frítt kunnu fara heim aftur, um teir ikki føla seg trygg í Delhi. Trupulleikarnir vóru sum kunnugt fyrst ‘bara’ vánalig fyrireiking, men nú hava tey eisini trupulleikar av monsun-veðrinum.

Napoleon fær karantenuna flutta, so hann sleppur til Delhi

Altjóða kærudómstólurin CAS hevur avgjørt at broyta dopingdómin hjá avstralska Ryan Napoleon, so at hann hvørki fær strikað úrslitini frá avstralsku Commonwealth Games úttøkustevnuni í mars mánaða, ella er í karantenu tá ið tey nú í oktober fara til Commonwealth Games. Hann varð sum kunnugt tikin fyri doping, av tí at apotekið hevði merkt ein astma-inhalator skeivt.
Continue reading Napoleon fær karantenuna flutta, so hann sleppur til Delhi