Garret McCaffrey hjá SwimmingWorld Magazine tosar her á sjónvarpsrásini “Split Time” við Craig Lord, um hvat gerast skal við heimsmetini, nú tey eru ‘dálkað’ av superdraktunum, og tað tí verður torført at betra um tey uttan superdrakt. Lord ljóðar sum um at hann helst sær loysnina at verða tvey sett av heimsmetum, har tað eina verður fyri øll heimsmet íroknað tey sum vórðu sett frá 1. januar 2008 til 31. desember 2009, og hitt verður uttan tey sum vórðu sett í superdraktum.
Continue reading Lord og McCaffrey umrøða hvat gerast skal við heimsmetini