Startlistarnir klárir til DÅM 2007

Startlistarnir til Danske ÅrgangsMesterskaber kunnu nú finnast her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, og eru annars viðfestir hesi frásøgn. Astrid Foldarskarð úr FLOT luttekur fyri Føroyar í ‘gruppe 1’, sum í ár kappast í Odense, meðan Poula Mohr úr FS, Birita Debes úr FLOT, og Jonna Bjartalíð Thomsen, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Eva Trygvadóttir úr Reka kappast í gruppe 2 í Ringe.

Vánirnar eru so sum so, men tað sær tó út til at Poula Mohr og Birita Debes kunnu koma í finalur, og tær yngru úr Reka kanska enntá náa heiðursmerki. Tað vil siga um eg skilji tað rætt, at hvør einstakur árgangur fær síni heiðursmerki, hóast tey kappast saman, og føroyingarnir yvirhøvur fáa heiðursmerki á donsku stevnuni.

Kappast verður vikuskiftið 15. – 17. juni, og kunnu úrslit tá mest sannlíkt síggjast á fyrst heimasíðunum hjá Ringe Svømmeklub og STO95 í Odense, áðrenn tey verða løgd á heimasíðuna hjá danska svimjisambandinum.

Minnist til at melda til DÅM

Eg veit ikki hvat og hvussu, men freistin at melda til Danske ÅrgangsMesterskaber er altso í dag, 21. mai. Talan er um tilmelding til danska svimjisambandið, so her nyttar nokk einki at umbera seg við ‘føroyskari præcisheit’ ella líknandi. Sí annars ssf.fo og gomul tíðindi her á heimasíðuni, umframt meistaraskapsyvirlit hjá dønum her á svoem.dk.

So er klárt at fara til DÅM

Sum tit síggja her á ssf.fo, so hevur svimjisambandið nú fingið formliga loyvið frá danska svimjisambandinum, um at føroyskir svimjarar kunnu luttaka á ‘Danske ÅrgangsMesterskaber 2007’. Tó bara ‘uttan fyri kapping’, og við í mesta lagi 2 svimjarum í besta riðli.

Tilmeldingarfreistin er 21. mai, og sjálv meistarastevnan vikuskiftið 15.-17. juni 2007. Vit hoyra óivað meira um hvussu SSF fyriskipar ferðina og so framvegis, so hvørt sum hon nærkast.