Ungarski bringusvimjarin Dániel Gyurta lovaði sum kunnugt nú í summar at fáa gjørt eitt kopi av sínum gullmerki frá OL í London, at geva familjuni hjá Alexander Dale Oen. Nú í vikuskiftinum var hann so í Hamar í Noregi, har norðmenn høvdu sítt árliga ítróttar-galla, og nýtti tá høvi til at siga eitt sindur á norskum eisini. Total respekt higani!
![](https://i0.wp.com/www.nrk.no/serum/latest/views/common/img/169.gif?w=660)