Birita 1:06.19 og tangering av metinum frá í gjár

Birita Debes megnaði í dag at svimja júst somu tíð í finaluni í 100 metra ryggsvimjing á Danish Open 2013, sum hon svam tá ið hon setti føroyskt met í hálvfinaluni í gjár. Hetta er komið ógvuliga sjáldan fyri, um nakrantíð, at ein svimjari hevur fyrst sett føroyskt met og síðani tangerað metið á somu stevnu í tveimum greinum. Tí hon gjørdi tað nevniliga eisini í 50 rygg, har hon fyrst setti føroyskt met í innleiðandi riðlunum við 32.12, fyri síðani at svimja aftur 32.12 í finaluni. Sí úrslitalistan her

rygg-a-danish-pen-2013

(Ryggsvimjing, vist nokk Birita, á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Klumma á DR: Pál var bjargingarmaðurin

Ikki hissini rós sum Pál Joensen fær frá Henrik Liniger, reportara og viðmerkjara hjá DR Sporten her á DR.dk:

Færøsk redningsmand
Weekendens store oplevelse var dog færingen Pál Joensen, som ved OL stiller op for Danmark. Han leverede flotte tider individuelt på både 400 og 1500 meter fri. Og så var han hovedkraften i den danske holdkaps OL-kvalifikation på 4×200 meter fri. Tiden 1.47.79 var ren verdensklasse. Holdkappens succes blev endnu vigtigere af, at hverken Chris Christensen eller Jakob Andkjær formåede at opfylde deres OL-ambitioner og må blive hjemme fra London. Uden dem og uden holdkappen ville dansk herresvømning stadig have stået svagt i billedet – nu ser det hele unægtelig noget flottere ud.

Pál áðrenn 1500 á Danish Open 2012

(Pál áðrenn 1500 á Danish Open, René Thomsen eigur myndina)

Danir fáa bara éin kjans at kvalifisera seg til HM í Shanghai

Sportchef Lars Sørensen greiðir her á politiken.dk frá nýggja háttin hjá danska svimjisambandinum at taka út til altjóða meistarastevnu, har svimjarin nú fær éin og bara éin kjans at klára kravtíðina í hvørjari svimjigrein. Fyrr hava tey havt eitt tíðarskeið at klára kravtíðina í, sum vit eisini kenna herfrá í Føroyum; men nú fara tey til skipanina sum vit kenna frá til dømis Avstralia og USA, at kravtíðin skal klárast á éinari stevnu, sum í danska førinum er Danish Open frá í morgin til sunnukvøldið. Og har enntá bara í finalupartinum, til at simulera pressið á altjóða meistarastevnu.

Startlistin til Danish Open er klárur

Startlistin til donsku meistarastevnuna í 50 metra hyli sæst her á svoem.dk, við rættiliga góðari føroyskari luttøku. Størstu dansk/føroysku orrusturnar verða nokk í 400 og 1500 frí hjá monnum, har Pál er styrkismettur sum ávíkavist nr 3 og 2, og tryggasta heiðursmerkið í 800 frí, har Pál er nummar 1. Og hartil kunnu vit væl enn heppa uppá Elspu Mørkøre, sum er styrkismett sum nr 1 í 50 og 100 rygg, nr 2 í 200 rygg, og nr 3 í 200 og 400 frí
Continue reading Startlistin til Danish Open er klárur