Astrið klárað Oyggjaleikakravtíð í 50 firvald

So er fyrsti partur av Danish Open avgreiddur, og tað gekk bara heilt hampuligt hjá okkara svimjarum. Elspa Mørkøre og Pál Joensen eru sum væntað komin víðari til finalurnar í ávíkavist 200 og 400 frí, seinnapartin, og unga Astrið Foldarskarð úr Svimjifelagnum FLOT kláraði at svimja 30.92 í 50 firvald, har kravtíðin til Oyggjaleikir á Álandi var… 30.92.

DSC_0250

(Astrið Foldarskarð, savnsmynd frá Klaksvík National í mars 2008)
Continue reading Astrið klárað Oyggjaleikakravtíð í 50 firvald

‘Live’ frá DM 2009: Fyrsti dagur

Nú kl 08:30 føroyska tíð byrjaði fyrsti partur av Danish Open 2009, har føroyskir svimjarar royna at kvalifisera seg til eftirfylgjandi finalur og hálvfinalur. Fyrstu føroyingar eru Elspa Mørkøre og Mona Simonsen í 200 frí, Pál Joensen í 400 frí kl, Astrið Foldarskarð, Hildur á Fløtti og Shaila millum Garðarnar í 50 firvald, og Katarina Lamhauge og Malan V. Bærendsen í 50 bringu. Fylgið við á www.svimjing.com/live

Føroyingarnir trygdarlendu í Føroyum

Tiltikna ferðahepnið hjá Jón Bjarnasyni má hava verið uppá spæl aftur í morgun, tá ið SuSvim svimjararnir og Astrið úr FLOT fóru úr Vágum í øllum góðum, fyri síðani at skula lenda aftur í Vágum, tí at eitt hjól ikki vildi fara upp á pláss. Nú eru tey tí enn í Vágum, til einaferð kl 16 seinnapartin, og mugu so eftir øllum at døma taka taxa úr Keypmannahavn til Esbjerg í kvøld.

Upptakt til Danish Open 2009

Týsmorgunin byrjar danska meistarastevnan í langhyli, har m.a. 12 føroyskir svimjarar skulu luttaka fyri svimjifeløgini SuSvim, FS, FLOT, Aalborg og WestSwim. Útlitini til heiðursmerki eru sum kunnugt rættiliga góð, serliga hjá Elspu Mørkøre og Pál Joensen, og hartil er stevnan sum heild ógvuliga týðandi hjá øllum okkara luttakandi føroyingum, við tað at hon er ein av síðstu kjansum at klára kravtíðir til Oyggjaleikir og HM í summar.
Continue reading Upptakt til Danish Open 2009