3-2 um Pál á Danish Open 2011

Kringvarpið vísti hetta óføra innslag í ítróttarsendingini 3-2 í gjárkvøldið, um luttøkuna hjá Páli Joensen á Danish Open 2011. Har er prát við Pál sjálvan og Jón Bjarnason og Mads Glæsner … og hyggur man væl har umleið við 6:02, so sær man at tiltikni Benny Nielsen situr á áskoðaraplássunum saman við Bjarnasyni, OL silvurvinnari frá Seoul í 1988.

Pál 15:21.86 og undir FINA kravtíð til HM í Shanghai

Tað gjørdist ein fullkomin solotúrur hjá Páli Joensen, tá ið hann á Danish Open í dag smurdi danir av við 15:21.86, og aftur kláraði kravtíð til HM i Shanghai á góðkendari stevnu. Tíðin var nokk ikki heilt tann sum teir báðir Jón og Pál ætlaðu, óivað mest tí at Mads Glæsner meldaði frá í síðstu løtu, og Pál tí ikki fekk væntaðu kappingina frá honum.
Continue reading Pál 15:21.86 og undir FINA kravtíð til HM í Shanghai

Mads Glæsner hevur meldað frá 1500 frí

Mads Glæsner hevur meldað frá 1500 frí. Tað hevur ikki gingist so væl hjá honum í Danish Open, hoyra vit úr Danmark. Danish Open er einasti møguleiki hjá donskum svimjarum at klára danskar kravtíðir til HM í Shanghai í summar. Men danska skipanin er soleiðis, at av tí Mads hevur klárað kravtíðina í 400 frí, so sleppur hann eisini at svimja 1500 í Shanghai. Mads skal eisini klára FINA kravtíðina. FINA áleggur svimjarar at klára antin eina A tíð ella eina B tíð. B-kravið loyvir bara éin úr hvørjum landi, meðan tveir kunna luttaka, hvis báðir klára A-kravtíðina. Tað merkir, at um Anders Lie klárar at svimja B-kravtíðin hjá FINA í dag, sum er 15:35.67, so muga báðir Mads og Anders klára A-kravið, sum er 15:13.16. Tað kunna teir til dømis royna á Mare Nostrum í Barcelona og Canet.

Pál Joensen má roknast at vera stórfavorittur til 1500 finaluna í dag. Men Pál er ikki so glaður fyri at, eftir øllum at døma, skulla svimja einsamallur fremst í dag. Danir hava bjóðað Pál at kappast, meira ella minni fyri at geva Mads mótstøðu, so onkur fyriskipari stendur allarhelst við reyðum oyrum í løtuni.

Finalan kann síggjast beinleiðis á svimjing.com/live. Varpingin í Danmark byrjar kl 16.30 føroyska tíð. 1500 finalan er ein av teimum síðstu kappingunum á skránni.

Pál í eldin á Danish Open

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen fer sunnukvøldið 3. apríl at luttaka í 1500 metra frísvimjing á stóru Danish Open stevnuni í Keypmannahavn, sum EM-silvurvinnari í kapping ímóti millum aðrar Mads Glæsner, HM-silvurvinnari í 1500 á stuttgeil frá Dubai í desember.

DSC_0048
Continue reading Pál í eldin á Danish Open

Íslendski Sindri Þór setti norskt met í Danmark

Sindri Þór Jakobsson setti í dag norskt met á Danish Open 2011, við tíðini 2:02.38 í 200 firvald. Hann er íslendingur sum millum annað kappast fyri Ísland á NJM 2007 í Føroyum, men sum í fjør skifti til norskan ítróttartjóðskap, tí at studningsmøguleikarnir eru betri har hjá ítróttarfólki enn í Íslandi. Andreas Schiellerup og Daniel Skaaning settu donsk juniormet, Jeanette Ottesen og Pernille Blume kláraðu kravtíð til HM í Shanghai, og tríggir svimjarar kláraðu kravtíð til EJM í Beograd í summar.


Continue reading Íslendski Sindri Þór setti norskt met í Danmark

Mie Ø tók metið frá Jeanette

Unga stórtalentið Mie Ø. Nielsen setti í dag danskt juniormet í 100 frí, á Danish Open stevnuni í Bellahøj, við tíðini 56.40 har átta ára gamla metið hjá Jeanette Ottesen var 56.89. Tíðin var eisini væl og virðiliga undir donsku kravtíðina til EJM í Beograd í summar, sum er 58.65. Tey vóru 8 av teimum ungu sum kvalifiseraðu seg til EJM í dag, umframt tey trý Rikke Møller Pedersen, Mads Glæsner og Lotte Friis sum kvalifiseraðu seg til HM í Shanghai.

DSC01441

[Mie saman við íslendska venjara sínum og juniorlandsliðsvenjaranum á World Cup í Stokkhólmi 2010]
Continue reading Mie Ø tók metið frá Jeanette

Startlistin til Danish Open er klárur

Viðfestur er startlistin til Danish Open 2011, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn frá 31. mars til 3. apríl. Serliga áhugavert fyri okkum føroyingar er sunnukvøldið 3. apríl, tá ið risarnir báðir Pál Joensen og Mads Glæsner møtast í 1500 metra frísvimjing, við Anders Lie og Viktor B. Bromer sum ‘outside contenders’.

Pál til Danish Open at kappast í 1500 frí

Pál Joensen fer um mánaðarskiftið mars-apríl at luttaka á stóru donsku meistarastevnuni Danish Open, sum samstundis er úttøkustevna hjá dønum til HM í Shanghai í summar. Hetta er stevna á langgeil, ið FINA hevur góðkent sum kvalifikatiónsstevna til HM. Pál fer at luttaka har útilokandi í 1500 metrar frísvimjing, í beinleiðis finalu sunnukvøldið 3. apríl 2011.

DSC_2056