So eru Pál og teir offisielt úttiknir til OL-stafett í London

Altjóða svimjisambandið FINA hevur í dag boðað danska svimjisambandinum frá, at teirra 4×200 frí stafett fyri menn kann luttaka á OL í London. Hetta var sum kunnugt hin óføra spennandi tíðtakingin á Danish Open / Danish Trials, har Mads Glæsner, Daniel Skaaning, Anders Lie og Pál Joensen skuldu klára 7:15.65, og mundu mist á stokkinum, inntil Pál tók tað heim við 1:47.79, til endaliga úrslitið 7:15.38. Teir hava bíðað eftir at síggja um nakað annað lið fór at skumpa teir út um 16 tey bestu londini síðani Shanghai 2012, men so varð ikki 🙂

Villur jubel eftir 4x200 frí

Video frá tá ið teir svumu 4×200

Offisiella tíðindaskrivið kann lesast her

Tøk frá 1500 finaluni í Danish Open

Frekvensurin hjá Páli í Danish Open var stórtsæð tann sami, sum hann hevði í Shanghai í fjør. Í EM finaluni í Budapest svam Pál við fleiri tøkum, so okkurt er hent síðan 2010. Í Budapest lá frekvensurin í miðal á 41.27 tøk per longd, meðan í Shanghai og Danish Open var frekvensurin ávikavist 38.17 og 38.1.

Continue reading Tøk frá 1500 finaluni í Danish Open

Danish Open 2012 – allar finalurnar kunna síggjast á dr.dk

Dr.dk hevur lagt finalur og hálvfinalur frá Danish Open 2012 á netið. Í tabellini her er eitt yvirlit av hvar man sær Pál, Magnus og Frans svimja. Øll skráin liggur á livetiming.dk.

Hóskvøldið 22. mars Fríggjakvøldið 23. mars Leygarkvøldið 24. mars Sunnukvølldið 25. mars
10:45 50 rygg hálvfinala 36:00 100 rygg hálvfinala 28:45 100 firvald hálvfinala 81:30 100 firvald finala
53:45 400 frí finala 114:00 200 frí finala 43:45 100 rygg finala 93:40 1500 frí finala
104:30 50 rygg finala 139:40 4×200 frí

On-Sport um videogreining á Danish Open

On-Sport greiðir her frá hvussu tey í danska svimjisambandinum taka uppá video og greina teknikk eisini millum innleiðandi á finalur á Danish Open 2012. Forritið sum tey brúka er týðiligvís tað hjá Rein Haljand, við tað at har stendur swim.ee ovast – eg veit frá Haljandi sjálvum at danir hava keypt sær eitt eintak, til at nýta ímillum hansara vitjanir.

On-Sport tosar við hinar tríggjar á 4×200 frí stafettini

Ein samrøða við (frá vinstru) Daniel Skaaning, Mads Glæsner og Anders Lie, eftir tíðtakingina í 4×200 metra frísvimjing, leygarkvøldið. Danska svimjisambandið skivar um samrøðuna …

Mads Glæsner, Daniel Skaaning og Anders Lie kommenterer på deres præstation i 4*200 fri. Desværre kunne Pál ikke deltage, da eneste mulighed for en snak med de øvrige tre drenge lørdag aften var tilstede. Vi må fange den stærke færøske svømmer en anden gang. Hans bidrag til aftenens flotte holdkappræstation fortjener bestemt også at blive nævnt her.

Pál og Jón heilsaðu uppá Fríðrik krúnprins og Mary, áðrenn 1500

Pál áðrenn 1500 á Danish OpenÁhugin fyri Páli var sanniliga stórur áðrenn hansara 1500 frí, sunnudagin- vit frætta at har vóru minst 100 føroyingar í høllini sum róptu hart tá ið hann var præsenteraður, og áðrenn sjálva kappingina fekk hann eisini høvi at heilsa uppá Fríðrik krúnprins og Mary krúnprinsessu, saman við restina av OL-liðnum. Jón heilsar at krúnprinsurin veit heilt nógv um svimjing, og at hon veit ALT (sum fyrrverandi kappsvimjari).

Mary og Fríðrikur á Danish Open

(Krúnprinsaparið hyggja at Danish Open saman við Kaj Aagard, formanni í danska svimjisambandinum. René Thomsen eigur myndirnar)

Video av finalunum frá hósdegnum

Dr.dk hevur lagt út allar finalurnar og hálvfinalurnar, sum vóru hóskvøldið 22. mars. Talan er um kappingarnar 50 rygg hálvfinalur (Magnus Jákupsson), 100 frí, 100 bringu, 400 frí (Pál vinnur gull, setur føroyskt met og OL-kravtíð), 200 blandað og 50 rygg finala (Magnus Jákupsson vinnur silvur, setur føroyskt met og juniormet). Sí kappingarnar her.

Danir tóku út 9 svimjarar til OL í London, 1 til EM

Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, heimasíðuni hjá Danska Svimjisambandinum, so vórðu donsku liðini kunngjørd á Danish Open í gjár, eftir at sjálv kappingin var liðug. Til OL í London í mai verða tað 9 svimjarar og 3 venjarar, til EM í Debrechen í mai bara éin, og til EJM í Antwerpen í juli heilir 17.

Úttikin til OL í London

  • Jeanette Ottesen: 50 og 100 frí, 100 firvald, 4×100 frí, 4×100 blandað
  • Lotte Friis: 400 og 800 frí, 4×100 frí
  • Rikke Møller Pedersen: 100 og 200 bringu, 4×100 blandað
  • Pál Joensen: 400 og 1500 frí, 4×200 frí
  • Mads Glæsner: 400 frí, 4×200 frí
  • Pernille Blume: 50 og 100 frí, 4×100 frí, 4×100 blandað
  • Mie Ø. Nielsen: 100 rygg, 4×100 frí, 4×100 blandað
  • Daniel Skaaning: 4×200 frí
  • Anders Lie: 4×200 frí

Venjarar verða Paulus Wildeboer (høvuðsvenjari), Bas Jan Stam (hjálparvenjari), og Jón Bjarnason (persónligur venjari hjá Páli)

Um 4×200 frí skriva danir: “Med forbehold for FINAs tildeling af en nationsplads i herrernes 4 x 200 fri holdkap. Således er svømmerne Anders Lie og Daniel Skaaning afhængige af en sådan tildeling for at komme med til London på denne holdkap.
Continue reading Danir tóku út 9 svimjarar til OL í London, 1 til EM

Pál 15:04.39 og tryggjaður OL-pláss í 1500 frí

Pál Joensen megnaði í dag at tryggja sær pláss á danska OL-liðnum til eisini 1500 metra frísvimjing í London, tá ið hann á Danish Open svam teinin uppá 15:04.39, har OL-kravið var 15:11.83. Í veruleikanum nýttist honum ikki at svimja skjótari enn 15:25.51, til at lúka danska kravið um at prógva at hann enn er í form, eftir at hava klárað kravtíð á HM í Shanghai í fjør við 14:46.33; og tað var jú nærmast væntað at hann fór at svimja skjótt, nú hann hevur klárað seg so væl í 200 og 400 frí. Hinvegin kláraði danski Mads Glæsner ikki teir 15:11.83 sum hann helst skuldi klára nú, og kemur hann tí mest sannlíkt bara at svimja 400 frí í London, um ikki hann roynir seg á EM í Debrechen í mei, ella danir gera okkurt undantak. Sí úrslistalista her.

Pál og Mads eftir 1500 frí á Danish Open

(Pál og Mads eftir 1500 frí í dag, René Thomsen eigur myndina)