Magnus 55.46 og føroyskt met í 100 firvald á Danish Open

Magnus Jákupsson megnaði aftur í dag at seta føroyskt met og juniormet í 100 firvald, tá ið hann í finaluni á Danish Open 2012 svam teinin uppá 55.46, har hann í hálvfinaluni í gjár svam 55.47. Altso met við éinum hundraðparti av einum sekundi, men met er met 🙂

Magnus Jákupsson á Danish Open

(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012, René Thomsen eigur myndina)

Magnus megnaði við hesum at seta 3 føroysk met og 3 føroysk juniormet á hesi stevnu, tá ið hann fyrst setti met í 50 metra ryggsvimjing við 26.64, síðani í 100 metra firvaldasvimjing við 55.47, og so aftur í 100 metra firvaldasvimjing við 55.46.

úrslistalista her.

On-Sport tosar við Mie Ø. Nielsen

Eg kom ongantíð so langt sum til at skriva um 15 ára gomlu Mie Ø. Nielsen her, ið eftir mínum tykki framdi størra ítróttarbragdið í gjár, tá ið hon í 100 rygg svam seg til nýtt danskt juniormet og seniormet og norðurlendskt seniormet við tíðini 59.69. Næstan eitt sekund skjótari enn teir 1:00.48 hjá Lousie Ørnstedt í 2005. Mie visti ikki at hon kundi svimja so skjótt ! 😀

Magnus 2:09.47 og 3. skjótastur í 200 rygg innleiðandi á Danish Open

Magnus Jákupsson luttók í morgun í 200 metra ryggsvimjing á Danish Open 2012, og gjørdist har við tíðini 2:09.47 triðskjótastur av teimum 22 luttakandi, eitt lítið vet frá sínum føroyska meti á 2:08.88 frá EJM í Beograd í fjør. Sambært úrslitalistanum hevur hann meldað frá finaluni, men skal so enn sambært ætlanini svimja finalu í 100 metra firvald.

Pál bjargaði dønum 4×200 frí stafettina

Ein gysari er júst avgreiddur, og eitt føroyskt ævintýr av sonnum, tá ið teir fýra Mads Glæsner, Daniel Skaaning, Anders Lie og Pál Joensen royndu eftir kravtíðini 7:15.65, sum danir høvdu ásett til at taka út stafett til Olympisku leikir. Eftir fyrstu tveir vóru teir í neyð, Glæsner og Skaaning høvdu lagt ov hart út og mistu tí á stokkinum; men Anders helt sítt og Pál svam yvir evni, til úrslitið 7:15.38.

Holdkap_5
Continue reading Pál bjargaði dønum 4×200 frí stafettina

Magnus 55.47 og føroyskt met í 100 firvald á Danish Open

Magnus Jákupsson svam beint nú hálvfinalu í 100 metra firvaldasvimjing fyri menn á Danish Open 2012, og megnaði har at svimja seg víðari til finalu í morgin, við nýggjum føroyski meti og juniormeti 55.47. Hann átti sjálvur metini, á 56.20 frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd í fjør.

Lítla løtu seinni luttók hann í finaluni í 100 rygg, kanska í so stutt pausa, við tað at tíðin gjørdist 59.48 nú í mun til 58.63 í hálvfinaluni í gjár. Men imponerandi svomið allíkavæl og ‘fult hús’ tá ið tað kemur til at sleppa í finalur, líka við undantaki av kolldømingini í 200 blandað.

Magnus víðari til hálvfinalu í 100 firvald

Magnus Jákupsson megnaði í morgun at kvalifisera seg til hálvfinalu í 100 firvald, seinnapartin, við sættbestu tíð 56.31, har føroyska metið hjá Magnusi er 56.20. Hetta var eitt nokk so fitt lop upp eftir styrkismetingarlistanum, í mun til hansara 12. pláss á startlistanum. Og til nú heldur stimin altso, at føroyingarnir konsekvent kvalifisera seg til finalur, í teimum greinum teir kappast í. Sí úrslitalista her.

Pál 1:48.98, føroyskt met og nr 1 á Danish Open 2012

Pál Joensen vann fyri løtu síðani A-finaluna í 200 metra frísvimjing á Danish Open 2012, við nýggjum føroyskum meti 1:48.98, har metið hjá honum frá donsku meistarastevnuni í 2009 var 1:50.04. Mads Glæsner varð nr 2 við 1:49.05, Daniel Skaaning nr 3 við 1:49.85 og Anders Lie 1:49.86; so nú er tað upp til teir ovastu í danska svimjisambandinum, um teir skulu sleppa at royna seg í 4×200 frí tíðtaking í morgin, har kravið annars var at tríggir skuldu undir 1:49.82.
Continue reading Pál 1:48.98, føroyskt met og nr 1 á Danish Open 2012