Aftur í dag megnaðu teir tríggir føroyingarnir á Danish Open at kvalifisera seg til finalu, Magnus Jákupsson við 59.44 og 2. plássi í 100 rygg, aftanfyri bara Aschwin Wildeboer, bronsuvinnari frá HM í Rom í 2009, Pál við 1:50.41 og bestu tíð í 200 frí, og Frans við 1:52.14 og 7. plássi eisini í 200 frí. Allir soleiðis víðari til finalur í kvøld, annan dag á rað.
Tag: Danish Open 2012
Danish Open er populert á dr.dk
Síðan, sum í løtuni er tann populerasta ítrottarsíðan á dr.dk, varpar beinleiðis frá Danish Open.
Lars Sørensen eftirmetir fyrsta dag á Danish Open 2012
Danski sportschefurin er rættiliga positivur eftir hendan fyrsta dagin á úttøkustevnuni
Magnus 26.64, silvur og føroyskt met í 50 rygg
Tað gekk eisini væl hjá Magnusi Jákupssyni í dag á Danish Open – eftir at hava verið næstskjótastur í 50 rygg innleiðandi og 50 rygg hálvfinalu, so kláraði hann eisini finaluni at taka hetta plássið, við flottum føroyskum meti og juniormeti 26.64. Hann átti sjálvur tað nú fyrrverandi metið á 26.76, frá EJM í Beograd í fjør. Sí úrslitalista her.
(Magnus, Andreas og Pontus á skamlinum í Bellahøj. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Her er video av teimum 50, tað er Jákup Jacobsen sum filmar og kommenterar.
Pál Joensen vann 400 frí á Danish Open, undir OL-kravtíð
Ja, nú er tað so heilt vist at Pál sleppur til OL í London, eftir at hann fyri løtu síðani vann finaluna í 400 metra frísvimjing, við nýggjum føroyskum meti 3:46.84. Gamla metið hjá Páli var annars 3:48.57, frá DM í 2009, og kravtíðin nú til OL 3:48.92. Mads Glæsner varð nr 2 við 3:46.93, og Frans Johannesen nr 3 við 3:56.76. Sí úrslit her.
Danish Open sæst LIVE á DR
Pál og Magnus (og Frans) víðari til finalu í kvøld
Tað gekk umleið sum ætlað, hjá føroyingunum á Danish Open í morgun. Fyrsti maðurin í hylin var Magnus Jákupsson, sum við 27.22 kvalifiseraði seg trygt til hálvfinaluna í 50 rygg, seinnapartin, sum næstskjótasti av øllum, rættiliga nær føroyska metinum 26.76. Síðani svam Pál Joensen seg í finaluna í 400 frí, við tíð 3:56.61 beint aftanfyri Anders Lie á 3:56.13 og frammanfyri Mads Glæsner á 3:56.82, allir vælsagtans uttan at spíla seg út. Og Frans Johannesen kom eisini í finaluna í 400 frí, við 4:04.85 og fimtapláss. Hann fyri Danmark heldur enn Føroyar, tí hann býr og er uppvaksin í Esbjerg, men eg haldi at eg nevni hann bara frameftir allíkavæl, við tað at hann í so nógvum øðrum førum hevði verið mettur sum 100% ‘føroyingur búsitandi í Danmark’, sum barn av føroyskum foreldrum.
At enda skuldi Magnus royna seg í 200 blandað, men her varð hann kolldømdur fyri 1 hond í vending í skiftinum millum firvald og rygg. Vit frætta úr Danmark at tíðin var góð, undir 2:09 og allarhelst føroyskt met, um altso hann ikki varð kolldømdur.
Finalurnar byrja klokkan 16:30 føroyska tíð, og verða at síggja her á dr.dk (um altso vit sleppa at síggja sjonvarpingina higani úr Føroyum). Vit hava savna mest viðkomandi leinki á www.svimjing.com/live, har eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna eisini leypandi verður dagført.
Pál og Magnus á OL-úttøkustevnu um vikuskiftið
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Nú um vikuskiftið fara Pál Joensen og Magnus Jákupsson at luttaka á Danish Open í Bellahøj, sum er úttøkustevnan hjá dønum til Olympisku Leikir í summar, og til EM á langgeil í vár. Pál hevur sum kunnugt longu klárað kravtíð til OL við sínum fjórðaplássi í 1500 frí á HM í Shanghai í fjør, men skal tó staðfesta sítt pláss á OL-liðnum aftur nú, til at vera vísur í at sleppa við til London.
Continue reading Pál og Magnus á OL-úttøkustevnu um vikuskiftið
Rikke Møller Pedersen stríðist við brotnum rivjabeini
SwimNews.dk hevur hesi ‘breaking news’, at danska Rikke Møller Pedersen hevur fingið staðfest eitt troyttheitsbrot í einum rivjabeini, nú beint áðrenn OL-úttøkustevnuna Danish Open. Hon hevur klárað kravtíð til OL, men skal eftir røttum eisini svimja eina eitt sindur lakari ‘stabilitets-tíð’ nú, til at garantera sær pláss á OL-liðnum. Og tað er tí sera óheppi um hon nú er úti úr Danish Open, sum skrivað verður á SwimNews.dk. Rikke tykist tó at vera við rímiliga gott mót, at hon man kunna fáa dispensatión við tað at hon longu hevur klárað kravtíðina, og vit frætta samstundis úr Danmark, at hon liggur og svimur í hylinum í Bellahøj.
Dansk Svømmeunion og DR fara at ‘live streama’ Danish Open
Danska svimjisambandið skrivar her at tey í samstarvi við DR fara at senda beinleiðis frá finalunum á Danish Open í Bellahøj hin 22. til 25. mars, har millum annað Pál Joensen og Magnus Jákupsson sum kunnugt fara at luttaka, og ‘kongaríkislimir’ sum heild fara at kempa um pláss á danska OL-liðnum. Leinki til live stream hjá DR er her.