Alvi 16:11.88 og bronsu á Danish Open 2013

Alvi Hjelm úr Ægir vann fyri løtu síðani bronsu í 1500 metra frísvimjing á Danish Open 2013, við frálíku tíðini 16:11.88 bara smá 3 sekund frá føroyska juniormetinum hjá Óla Mortensen frá Reykjavík í januar á 16:09.16. Tað var ein rættiliga harður kampur hjá Alva at røkka heiðursmerki, heilt upp til 1100 metrar lá hann nakrar metrar aftanfyri Laust Moesgaard; men átti Alvi tó orkuna til at draga seg framum og frá dananum. Tíðin var eisini greitt undir kravtíðina hjá SSF til EJM í Poznan í summar, sum er 16:21.80 fyri aldursbólkin hjá Alva og 16:12.53 fyri aldursbólkin 1 ár eldri enn Alvi. Besta tíðin hjá Alva á langgeil er annars 16:22.48 frá NMU í fjør summar. Sí úrslitalistan her.

Trials2013-Alvi-bronsa-1500fri

(Jákup Jacobsen eigur myndina)

Magnus 2:03.98 og gull í 200 rygg á Danish Open 2013

Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gull í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á Danish Open 2013 svam teinin uppá 2:03.98, frammanfyri svenska Axel Pettersson á 2:05.53 og danska Mads Kloblauch á 2:08.23. Tíðin var nýtt persónligt met hjá Magnusi, og hevð tískil eisini verið føroyskt met, um ikki Magnus hevði skift svimjitjóðskap í heyst. Sí úrslitalistan her.

Trials-2013-200rygg-gull-Magnus

(Jákup Jacobsen eigur myndina)

Føroyingar í finalu eisini fjórða dag á Danish Open 2013

Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag er við 27.71 víðari til hálvfinalu í 50 frí, við 15. bestu tíð av teimum 16 sum sleppa í hálvfinalu. Magnus Jákupsson er við 2:09.58 og fjórbestu tíð í innleiðandi riðlunum í morgun víðari til finalu í 200 metra ryggsvimjing, umframt at hann við næstubestu tíð frá hálvfinalunum í gjár er víðari til finalu í 100 firvald. Pál Joensen stendur enn (saman við Mads Glæsner) á startlistanum til 1500 frí, men er væl ivasamur vegna sjúku. Alvi Hjelm er eisini í finaluni í 1500 frí, við fimtbestu tilmeldingartíð og rættiliga góðum heiðursmerkjavánum um Mads og Pál ikki svimja.

aegir-a-danish-open-2013

(Ægir og Ottesen á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Finaluskráin seinnapartin sæst her á livetiming.dk, tey byrja klokkan 17:00 danska tíð (16.00 í Føroyum), og til ber sum fyrr nevnt at síggja finalurnar beinleiðis her á dr.dk/sporten.

Pál stríðist við sjúku, sigur Jón Bjarnason

DR tosar júst nú við Jón Bjarnason, sum kundi avdúka at Pál Joensen hevur kempað við sjúku hesar seinastu dagarnar. At hann hevði trappað eitt sindur niður til hesa stevnu, og ætlað sær betri tíðir; men at tað so fór eitt sindur í fisk av onkrari infektión. Pál tekur tí nakrar frídagar, til at fáa hetta uppá pláss, og kann so annars troysta seg við at hendan stevnan ikki sum hjá dønum var avgerandi fyri altjóða úttøku í summar.

pal-a-danish-open-2013

(Pál á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Frans 1:49.79 og gull í 200 frí á Danish Open 2013

Sum teir søgdu á DR, so var góður møguleiki hjá øðrum at vinna gull í 200 frí, nú Mads og Pál ikki luttóku. Og Frans tók av, føroyingurin í Esbjerg sum tók dystin upp við ein annars í kappingini rættiliga dominerandi London 2012 luttakara Daniel Skaaning, sum førdi líka inntil Frans var longri í allarsíðsta taki. Sí úrslitalistan her

3 færøske stjerner

(Frans saman við Magnusi og Páli á Danish Open 2012. René Thomsen eigur myndina)

Her er ein samrøða sum svoem.dk hevði við Frans aftaná sigurin

Status nú aftaná lítla viku í altjóða kapping

Eg skal brúka hesar upplýsingar til status í samrøðu við Kringvarpið klokkan 15:50, og kann tá tað sama leggja teir út her eisini 🙂

Tilsamans 9 føroysk met og 2 føroysk juniormet eru sett síðani leygarmorgunin farna vikuskifti: 3 føroysk met og 1 juniormet á Actavis Open í Hafnafirði, og 6 føroysk met og 1 juniormet á Danish Open í Bellahøj. Og tilsamans 7 gull, 6 silvur og 5 bronsuheiðursmerki eru vunnin á hesum stevnum; 5 gull, 5 silvur og 5 bronsu á Actavis Open og 2 gull og 1 silvur á Danish Open. Ella 8 gull, um vit telja Magnus Jákupsson við. Her havi eg bara talt heiðursmerki í opnu kappingini, har vóru væl fleiri í aldursbýttu kappingini í Hafnarfirði.

Eg vildi gjarna nátt at talt upp finaluplássini eisini, men tey eru enn fleiri.

danish-open-2013-2

(Ægir firvald á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)
Continue reading Status nú aftaná lítla viku í altjóða kapping

3 føroyingar í finalu, 3. dag á Danish Open 2013

So vítt eg dugi at síggja, so verða tað ‘bara’ tríggir føroyingar í finalum á Danish Open 2013, seinnapartin, harav tann eini hevur føroyskan svimjitjóðskap. Magnus hevði við 55.94 bestu tíð í innleiðandi 100 firvald, men varð tíverri diskaður úr finaluni í 100 rygg. Birita Debes er vegna avboð sloppin í finaluna í 100 rygg, sum hon annars var beint frá at røkka. Frans Johannesen hevur næstbestu tíð í innleiðandi 200 frí.

danish-open-2013

(Upphiting á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Finaluskráin seinnapartin sæst her á livetiming.dk, tey byrja klokkan 17:30 danska tíð (16.30 í Føroyum), og til ber sum fyrr nevnt at síggja finalurnar beinleiðis her á dr.dk/sporten.