Birita 1:05.96 og nýtt føroyskt met í 100 firvald

birita-a-danish-open-2013Birita Debes setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 100 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2013 svam teinin uppá 1:05.96, har metið hjá Shailu millum Garðarnar frá HM í 2009 var 1:08.17. Birita hevur eftir øllum at døma ongantíð svomið hesa greinina á langgeil, men tað liggur eftir øllum at døma væl fyri allíkavæl. Sí úrslitalistan her.

(Birita á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Glæsner meldar avboð frá HM vegna akslaskaða

Um tit (sum eg) hava saknað klassisku holmgongurnar millum Mads Glæsner og Pál Joensen nú á Danish Open 2013, so er tað tíverri tí at hann mátti melda frá vegna akslaskaða. Hann var annars tilmeldaður, og kom eisini til Danmarkar nú hóast hann til dagliga venur og býr í Los Angeles; men tað vísir seg at hann fær ikki kappast, og tí fer hann yvir aftur at finna sær viðgerð. Avboðið frá Danish Open merkir eftir øllum dømum, at hann ikki kemur at luttaka á HM í Barcelona í summar. Les til dømis SN.dk

Pál and Mads at the Rijeka 2008 SC Europeans

(Pál og Mads á EM í Rijeka 2008)

Pál Joensen 8:07.21 og gull í 800 frí á Danish Open 2013

Pál Joensen vann fyri løtu síðani gull í 800 metra frísvimjing á Danish Open 2013, tá ið hann í besta riðli í Bellahøj svam teinin uppá 8:07.21, tíggjunda besta tíð í heiminum í ár. Alvi Hjelm varð nummar 4 við frálíku tíðini 8:34.97, ið er ein pen betring í mun til hansara bestu tíð á 8:41.68 frá NMU 2012. Sí úrslitalistan her.

Birita 1:06.19 og nýtt føroyskt met í 100 rygg

Birita Debes setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hon í hálvfinaluni á Danish Open 2013 svam teinin uppá 1:06.19, har metið hjá henni frá innleiðandi riðlunum í morgun var 1:06.27. Tíðin var nóg gott til eitt 9. pláss av teimum 16 sum svumu hálvfinalu, og Birita var tí sum Astrið akkurát ov stutt til finaluna. Sí úrslitalistan her

Astrið 28.94 og nýtt føroyskt met í 50 firvald

Astrið Foldarskarð setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2013 svam teinin uppá 28.94 sekund, har metið hjá henni frá teimum innleiðandi riðlunum í morgun var 29.06. Astrið varð nummar 9 í hálvfinaluni, sum tíverri merkir at hon akkurát ikki røkkur finaluna seinni í kvøld … um ikki onkur av hinum meldar frá. Sí úrslitalistan her

6 føroyingar í finalu á Danish Open 2013, seinnapartin

Eyðbjørn Joensen er í millum teir 12 sum fara at luttaka í hálvfinaluni í 50 firvald fyri menn, Astrið Foldarskarð verður í hálvfinaluni í 50 firvald fyri kvinnur, Magnus Jákupsson hevur bestu tíð í hálvfinaluni í 100 rygg fyri menn, Birita Debes er í hálvfinaluni í 100 rygg fyri kvinnur, so er tað 100 frí og 200 firvald finalurnar har eingin føroyingur luttekur, síðani 800 frí finalan fyri menn har Pál Joensen hevur bestu tíð og Alvi Hjelm fjórbestu, áðrenn 800 frí finalan fyri kvinnur uttan føroyska luttøku. Heilt til síðst finalurnar í 50 firvald, har Eyðbjørn ella Alvi skulu vera millum 8 tey skjótastu í hálvfinalunum fyrst í stevnupartinum, um tey skulu sleppa í finaluna.

jon-a-danish-open-2013

(Jón Bjarnason á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Finalurnar byrja kl 17:30 danska tíð, sum er klokkan 16:30 her í Føroyum. Til ber at síggja finalurnar beinleiðis á dr.dk/sporten, har tann í Føroyum so vælkendi René Thomsen er viðmerkjari. Sí annars kunning um Danish Open 2013 á svoem.org.

Birita 1:06.27 og føroyskt met í 100 rygg

Birita Debes setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2013 svam teinin uppá 1:06.27, har metið hjá Elspu Mørkøre frá EJM í 2007 var 1:06.75. Birita varð nummar 8 av teimum 23 sum svumu í morgun, og er sostatt víðari til hálvfinaluna seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

birita-a-danish-open-2013

(Birita Debes á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Astrið 29.06 og nýtt føroyskt met í 50 firvald

Astrið Foldarskarð setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2013 svam teinin uppá 29.06 sekund, har metið hjá Kristinu Elin Thomsen frá NMU 2012 var 29.23 sekund. Hon er sostatt eisini víðari til hálvfinalu seinnpartin, við 11. bestu tíð av teimum 25 sum luttóku. Sí úrslitalistan her.

astrid-danish-open-2013

(Astrið á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Kristina Elin svam 29.56, og varð nummar 14 saman við tveimum øðrum svimjarum. So vítt eg dugi at síggja eru tey tó bara 12 sum fara víðari til hálvfinalu, hóast har eru 16 pláss í teimum báðum riðlunum, so hon varð tí akkurát ov stutt.

Kringvarp Føroya um Danish Open 2013

Vit hava verið rættiliga nógv í miðlunum í dag, her niðanfyri er eitt innslag úr Degi og Viku í kvøld.

Nú verða tey gott nokk ‘bara’ vinnarar á Danish Open, ikki ‘danmarkarmeistarar’. Men til tað skal sigast at eg havi eisini gjørt handan feilin bæði eina og tvær ferðir, og at hendan stevnan nú faktiskt er minst líka avgerandi fyri danir, sum DM, av tí at tað er her at tey verða úttikin til stóru altjóða stevnurnar í summar.

Her er eitt prát Petur Heðin á Fløtti í tíðindasendingini í útvarpinum á døgverða

Og her eri tað so eg sum royni at siga okkurt skilagott kl 18:12 um eina kapping sum illa nokk var avgreidd tá 🙂

Magnus gull í 50 rygg á Danish Open, Birita silvur

Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gull í 50 metra ryggsvimjing á Danish Open 2013, tá ið han í finaluni fyri fyrstu ferð nakrantíð svam seg undir 26 sekund. Tíðin hjá honum var 25.92; føroyska metið er 26.34, men við tað at Magnus hevur skift svimjitjóðskap, so telur tað ikki sum føroyskt met. Sí úrslitalistan her

Magnus gull í 50 rygg á Danish Open 2013

Birita Debes vann løtu seinni silvur í 50 metra ryggsvimjing, tá ið hon í finaluni tangeraði sítt føroyska met frá innleiðandi riðlunum í morgun, uppá hundraðpartin 30.12, 30.12. Í hálvfinaluni fyrst í hesum finaluparti svam hon 30.39, so tað var tríggjar ferðir undir tað nú farna metið í dag, sum var 30.60 frá EM í Debrecen í fjør. Sí úrslitalistan her.

Birita silvur í 50 rygg á Danish Open 2013

(“Tre medaljevindere – ingen af dem dansker”, sum tey so vinarliga søgdu á DR)

Jákup Jacobsen eigur myndirnar