Pál 1:51.05 og nr 5 í 200 frí á Danish Open 2014

Pál Joensen og Frans Johannesen luttóku fyri løtu síðani í finaluni í 200 metra frísvimjing á Danish Open 2014, og gjørdust teir har ávíkavist nr 5 og 7 við tíðunum 1:51.05 og 1:52.56. Tað var ein nokk so jøvn kapping, har Daniel Skaaning legði harðast út og Mads Glæsner hevði harðasta endaspurt, men har tíðirnar allíkavæl ikki vóru betri enn at eingin dani kláraði teirra kravtíð til EM í Berlin. Norski Marius Solaat Rødland varð nr 4 við nýggjum norskum juniormeti 1:50.56, sí úrslitalistan her.

Cecilia 17:51.83 og føroyskt met í 1500 frí

Cecilia Eysturdal setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2014 stevnuni í Bellahøj svam teinin uppá 17:51.83. Mona Simonsen átti tað nú fyrrverandi metið á 17:57.61, frá DM í 2009. Samanlagt bleiv Cecilia nr 3 av teimum sum svumu innleiðandi í morgun, og um vit so siga at hini 8 í skjótasta riðli í kvøld svimja skjótari, so endar hon á einum 11. plássi á hesi stevnu. Cecilia svimur fyri Ægir í Klaksvík, besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 18:21.37 frá hesi somu stevnu í fjør. Sí úrslitalistan her.

(Cecilia í reyðu Ægir-hettuni á Danish Open 2014. Dan Hjelm eigur myndina)

Magnus í 100 rygg finalu á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari til finaluna í 100 metra ryggsvimjing á Danish Open 2014, tá ið hann svam 57.22 og triðskjótastu tíð í innleiðandi riðlunum, aftanfyri russiska Vitaly Melnikov á 56.99 og polska Mateusz Wysoczynski á 57.05. Kravið til Magnus er 55.53 í finaluni seinnapartin, um hann skal koma við dønum til EM í Berlin í hesi grein. Hansara persónliga met er 55.99.

Pál og Frans í 200 frí finalu á Danish Open 2014

Tey avgreiddu fyri løtu síðani innleiðandi riðlarnar í 200 metra frísvimjing á Danish Open 2014, har Frans Johannesen og Pál Joensen báðir megnaðu at svimja seg víðari til finaluna seinnapartin, Frans við triðbestu tíð 1:50.81 og Pál við fimtbestu 1:51.63. Alvi Hjelm svam 44. bestu tíð 1:58.36, og Eyðbjørn Joensen 50. bestu 1:59.27. Sí úrslitalistan her.

Óli 8:20.55 og nýtt føroyskt juniormet í 800 frí

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hann á Danish Open 2014 í Bellahøj svam teinin uppá 8:20.55, har hansara egna met frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Póllandi í fjør var 8:25.69. Altso ein betring á góð 5 sekund, og eitt triðjapláss millum teir sum ikki sloppu í skjótasta riðilin, seinnapartin, ella sikkurt umleið 11 samanlagt. Sí úrslitalistan her.

Ásbjørg Hjelm 35.44 nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon á Danish Open 2014 í Bellahøj svam teinin uppá 35.44 sekund. Hetta er vist nokk fyrstu ferð at Ásbjørg fær skrásett eina tíð í 50 bringu á langgeil, og tó so kvinkaðu hon altso juniormetið nakað niður frá nú fyrrverandi 35.69 sum Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag svam á Small States stevnu í Hafnarfirði í 2010. Umframt at hon er bara ein tíggjundapart av einum sekundi frá føroyska metinum á 35.34, sum Malan Vitalis Bærendsen svam á DM í 2008. Sí úrslitalistan her.

Pál 3:51.45 og silvur á Danish Open 2014

Pál Joensen vann fyri løtu síðani silvurheiðursmerki á Danish Open 2014, tá ið hann í hylinum í Bellahøj svam teinin uppá 3:51.45, aftanfyri Mads Glæsner á 3:50.59 og frammanfyri Anton Ørskov Ipsen á 3:51.94. Frans Johannesen varð nr 6 við tíðini 3:58.80. Sí úrslitalistan her.

Pál legði varliga út við einum 7. plássi eftir fyrstu 50, men svaraði aftur og lá fremst við 100 og 150 metrum, áðrenn fyrst Anton Ørskov Ipsen og Mads Glæsner tóku yvir á 200 og 250 metrum, og síðani Mads aleina við 300 og 350 metrum.

Tíðin 3:51.45 er hin 6. skjótasta hjá Páli nakrantíð, og triðbesta sum hann hevur svomið í stuttibuksum. Í fjør svam Pál 3:54.95 á Danish Open.

Magnus 55.20 og nr 7 í 100 firvald á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson luttók fyri løtu síðani í finaluni í 100 metra firvaldasvimjing á Danish Open 2014, og varð hann har við tíðini 55.20 nr 7 av teimum 8 luttakandi. Tað var nokk ikki heilt nøktandi fyri hann, við tað at hann á somu stevnu í fjør megnaði at svimja sama tein uppá 54.59. Vinnarin Daniel Steen Andersen var einsamallur dani at klára kravtíð til EM í Berlin í heyst, við tíðini 53.34. Sí úrslitalistan her.

Alvi og Óli juniormet í 400 frí, Pál víðari í finalu

Teir báðir Alvi Hjelm úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag megnaðu í morgun báðir at seta nýggj føroysk juniormet í somu kapping, tá ið fyrst Alvi svam innleiðandi 400 metra frísvimjing uppá 4:05.26, og Óli Mortensen síðani nakrar riðlar seinni sama tein uppá 4:02.25. Hetta á Danish Open 2014, sum verður avgreidd í Bellahøj í hesum døgum. Tað var annars Óli sum átti føroyska juniormetið á 4:06.44, frá Reykjavík International 2013.

(Ein eitt sindur gomul mynd av teimum báðum Óla og Alva)

Pál Joensen megnaði at svimja seg í finalu við bestu innleiðandi tíð av øllum, 3:55.83 har svenski Adam Paulsson varð nr 2 við 3:56.64, polski Marcin Kaczmarski nr 3 við 3:57.80 og Mads Glæsner nr 4 við 3:57.83. Frans Johannesen endaði á pappírinum beint uttanfyri finaluna, við 3:59.19 og 9. plássi, men sleppur vist nokk í finaluna allíkavæl, av tí at danir hava eina áseting um at einans tveir útlendingar sleppa í finaluna (har Pál er annar). Óli varð nr 11 og Alvi nr 14, og Eyðbjørn Joensen nr 33 við 4:14.27. Sí úrslitalistan her.

Danish Open 2014 live stream á DR.DK

So er tað í morgin at Danish Open byrjar í Bellahøj, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Sí svoem.org og pressuskrivið her á svoem.dk. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.dk, og hartil verður live stream frá finalunum her á dr.dk. Kappast verður fram til og við sunnudagin 30. mars.