3 føroysk met og 6 føroysk juniormet á Danish Open 2015

Tær báðar Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag settu tilsamans 3 føroysk met og 6 føroysk juniormet, hesar 4 dagarnar sum Danish Open 2015 vardi. Hartil setti Pál Joensen stevnumet í 800 frí, við bestu tíð í heiminum í ár.
Continue reading 3 føroysk met og 6 føroysk juniormet á Danish Open 2015

Pál 3:51.32 og silvur í 400 frí á Danish Open 2015

Pál Joensen vann fyri løtu síðani silvur í 400 metra frísvimjing á Danish Open 2015, tá ið hann svam teinin uppá 3:51.32, aftanfyri danska Mads Glæsner á 3:49.94 men frammanfyri polska Wojdak Wojciech á 3:57.02. Óli Mortensen varð nr 8 við tíðini 4:00.71.
Continue reading Pál 3:51.32 og silvur í 400 frí á Danish Open 2015

Met eisini fjórða morgun á Danish Open 2015

So eru síðstu innleiðandi riðlar avgreiddir á Danish Open 2015, við góðum úrslitum hjá føroyingum. Pál Joensen og Óli Mortensen kvalifiseraðu seg til A-finalu í 400 metra frísvimjing í kvøld, sum verður spennandi millum annað tí at Mads Glæsner má royna at svimja 3:50.21 til at kvalifisera seg til HM í Kazan. Og Sára setti føroyskt met í 200 blandað.
Continue reading Met eisini fjórða morgun á Danish Open 2015

Maria 2:27.61 í 200 rygg C-finalu á Danish Open 2015

Maria Antoft luttók í dag í C-finalu í 200 metra ryggsvimjing á Danish Open 2015, og megnaði har aftur at betra um sítt persónliga met, frá 2:28.10 sum hon svam í morgun, til 2:27.61 nú. Hetta rakk til eitt fjórðapláss í C-finaluni, og eitt 20. pláss samanlagt. Sí úrslitalistan her.

Pál 15:13.88 og gull í 1500 frí á Danish Open 2015

Pál Joensen vann fyri løtu síðani eitt gull afturat á Danish Open 2015, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:13.88. Polsku Wojdak Wojciech og Filips Zaborowski vunnu ávikavíst silvur og bronsu við 15:15.57 og 15:32.07.


Continue reading Pál 15:13.88 og gull í 1500 frí á Danish Open 2015

2 juniormet afturat, 3. morgun á Danish Open 2015

Føroysku svimjararnir halda áfram at svimja seg til góðar tíðir, nú triðja morgun á Danish Open 2015. Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti juniormet og var nær føroyska metinum í 100 metra frísvimjing, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var somuleiðis nær føroyska metinum í 1500 frí, tá ið hon setti juniormet har.
Continue reading 2 juniormet afturat, 3. morgun á Danish Open 2015

Sára 59.67 og føroyskt juniormet í 100 frí

Sára Ryggshamar Nysted setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2015 svam teinin uppá 59.67 sekund.

(Sára á Ægir-stevnuni í februar 2015. Jón Bjarnason eigur myndina)
Continue reading Sára 59.67 og føroyskt juniormet í 100 frí