Heiðursmerki og met til føroyingar, fyrsta kvøld á Danish Open 2016

Fyrstu finalur vórðu avgreiddar á Danish Open í kvøld, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg. Vár Eidesgaard vann bronsu og setti føroyskt met og juniormet í 1500 frí, meðan Magnus Jákupsson vann gull í 100 rygg.

Screen Shot 2016-04-13 at 18.25.00

Continue reading Heiðursmerki og met til føroyingar, fyrsta kvøld á Danish Open 2016

So er tað Danish Open 2016

Nú mikudagin byrjar Danish Open 2016, við luttøku av eisini nógvum føroyskum svimjarum. Hendan stevna er, út yvir at vera úttøkustevna hjá dønum til EM í London og EJM í summar, ein hin týdningarmesta úttøkustevnan hjá teimum til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar, og tí eisini sera týðandi fyri okkum føroyingar.

Untitled

Continue reading So er tað Danish Open 2016

Startlistarnir til Danish Open 2016 kunngjørdir

Danska svimjisambandið hevur nú kunngjørt startlistarnir til Danish Open 2016, sum er ein hin týdningarmesta úttøkustevna hjá teimum og harvið eisini okkum føroyingum til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar. Nógvir føroyingar luttaka, umframt sjálvsagt flestu av frægastu donsku svimjarum, umframt einstakir altjóða profilar sum Paul Biedermann úr Týskalandi og George Bovell hin 3. úr Trinidad & Tobago.

(Mynd av Bellahøj av svoem.dk)

Continue reading Startlistarnir til Danish Open 2016 kunngjørdir