Alvi Hjelm luttók fyri løtu síðani í finaluni í 400 metra blandaðari svimjing, á Danish Open 2018, og varð har nummar 4 við tíðini 4:31.50. Hetta er besta tíð hjá Alva síðani Danish Open 2016, sí yvirlitið her.
Tag: Danish Open 2018
Óli og Alvi til Danish Open 2018
Í ovurmorgin byrjar Danish Open 2018, sum er stóra úttøkustevnan hjá dønum til altjóða meistarastevnur í summar, við luttøku av eisini svimjarum úr øðrum londum. Fyri Føroyar luttaka teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm, báðir við møguleika at taka heiðursmerki.
Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open
Sum flestum kunnugt, so er vandi fyri stórum verkfalli ella verkbanni á danska arbeiðsmarknaðinum, um somu tíð sum Danish Open 2018 skal vera í Keypmannahavn. Svimjisamband Føroya hevur tí tikið avgerð um heldur at senda úttiknu svimjarar til Bergen Swim Festival 2018, sum í ár er sama vikuskifti sum Danish Open.
Continue reading Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open
Úttøka til Danish Open 2018
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 20 svimjarar til Danish Open 2018, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn hin 12. til 15. apríl 2018:
- úr Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Beinta P. Debes (1997), Eyðrið Mortensen (2003), Johan N. Dam (2002), Lena Rannváardóttir (1998), Marius I. Gardshodn (1998), Niels Nattestad (1998), Óli Mortensen (1996), Vár E. Eidesgaard (2001)
- úr Ægir: Barbara Debes (2002), Rebekka Trygvadóttir (2004), Rókur Trygvason (2000), Signhild Joensen (2000), Sólvá A. Sigurðsson (2002)
- úr Suðuroyar Svimjifelag: Alisa Vestergård (2003), Rani Jacobsen (2001), Róland Toftum (1998), Sára R. Nysted (2001)
- úr svimjifelagnum Reysta: Ásbjørg Hjelm (1999)
- úr svimjifelagnum FLOT: Birita Debes (1995)
Svimjararnir fáa sum upptakt til hesa luttøku bjóðað luttøku eisini á venjingarlegu í Vági, vikuskiftið hin 16. til 18. mars 2018, undir leiðslu av sínum venjarum og Páli Joensen.
Føroyskt landslið til Danish Open 2018
Starvsnevnd SSF samtykti við ársbyrjan at vilja senda eitt føroyskt landslið til Danish Open 2018, sum er týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum til langgeilastevnur um summarið. Hetta sum fyrsta stig í eini miðvísari ætlan, at fáa so góðan møguleika sum gjørligt fyri úttøku av føroyskum svimjara eisini til OL í Tokyo í 2020.