Alvi Hjelm svam seg í kvøld til eitt fimtapláss afturat á Danish Open 2019, tá ið hann í finaluni í 400 blandað svam teinin uppá 4:34.64. Hetta er besta tíð hjá Alva í ár, har hin nú næstbesta er 4:36.91 frá stevnu í Sabadell hin 10. mars. Alvi eigur føroyska metið á 4:30.17, frá Danish Open í 2016. Sí úrslitalistan her.
Tag: Danish Open 2019
Alvi persónligt met á Danish Open 2019
Alvi Hjelm (1996, HS) setti júst nú persónligt met á Danish Open 2019, tá ið teir avgreiddu A-finaluna í 200 metra blandaðari svimjing. Úrslitið var 2:07.46 og eitt fimtapláss, har besta tíð hjá honum til nú hevur verið 2:07.88 frá EM í Glasgow í 2018.
Óli Mortensen (1996, HS) royndi seg nakað áðrenn í skjótasta riðli í 1500 metra frísvimjing, og svam seg har til tíðina 15:58.35 og eitt fimtapláss, har persónliga metið hjá honum er 15:31.75 frá Danish Open í fjør.
Alvi og Óli í finalur eisini 2. dag á Danish Open 2019
Alvi Hjelm svam seg í morgun víðari til A-finalu á Danish Open 2019, tá ið hann í innleiðandi 200 blandað svam teinin uppá 2:08.65. Hetta var 5. besta tíð í morgun, og 4. besta tíð sum Alvi nakrantíð hevur svomið.
Óli Mortensen er longu víðari til skjótasta riðil í 1500 frí, sum 4. skjótasti svimjari sambært tilmeldingartíðunum.
Annars er støðan við luttøku hjá teimum báðum á Danish Open, at Alvi skal royna seg 200 og 400 frí, umframt 200 og 400 blandað, meðan Óli skal royna seg í 200, 400, 800 og 1500 frí. Sí startlistan her
Úrslit frá Danish Open 2019 síggjast her á livetiming.se
Alvi og Óli í finalu á Danish Open 2019
Teir báðir Alvi Hjelm og Óli Mortensen luttaka um vikuskiftið á Danish Open 2019, har teir hendan fyrsta dagin royndu seg í 200 frí. Og tað gekk gott hjá serliga Alva, sum svam seg til 1:54.90 og persónlig met, í mun til 1:56.94 frá Danish Open í 2016.
- 12 Alvi Hjelm (1996) 1:54.90 – Besta tíð var 1:56.94
- 16 Óli Mortensen (1996) 1:56.18 – Besta tíð er 1:54.64
- 3 Alvi Hjelm (1996) 1:55.04 – Besta tíð er 1:54.90
- 4 Óli Mortensen (1996) 1:55.08 – Besta tíð er 1:54.64