Pál gjørdi eitt gott hál í kvøld á 1.500 m teininum. Tíðin hjá honum var 15:26.89. Hann megnaði sostatt at skera 22 sekund av kanóntíðini hann setti á Oyggjaleikum í summar. Pál er nú skjótastur unglingur í Evropa á 1.500 m.
Tag: danmark
2 x silvur á stafettunum
Køge, 27. oktober 2007 kl 19.24:
Tær yngru genturnar vunnu silvur í 4 x 50 blandað, og harrarnir somuleiðis. Kristian Olsen svam bringu og vann faktiskt eisini bronsu í einstaklingakappingini. Pauli vann silvur í 50 firvald. Turið vann silvur í bringu og bronsu í firvald. Góður skurður .
umvegis flot.info
Gull til Reka
Herfølge, 27. oktober 2007, kl 18.46:
Ingun svam eina kanóntíð á 36 okkurt og varð so klárt fremst.
umvegis flot.info
33 sekund betri
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 18.46:
Joan Kristina betraði 15 sekund um sína bestu tíð í 100 frí, og Susan 18, tá ið tær vunnu hvønn sín riðil í morgun. Hvalirnir eru gávur til allar riðlavinnarar.
umvegis flot.info
FLOT og Reki ovast
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 18.46:
umvegis flot.info
Ægir-venjarin
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 12.28:
Tað gongur gott hjá Ægir, men hasin høvuðsvenjarin er altso ikki heilt normal.
umvegis flot.info
Føroyskt met til Kára
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 12.28:
Kári vann 100 rygg við tíðini 58.77, sum er nýtt føroyskt met. Hasin tjúkki við síðuna av honum er onkur runavíkingur sum absolutt vildi við á mynd.
umvegis flot.info
Martin bestur FLOT-svimjari
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 12.28:
Fór frá at svimja 100 frí á 1:20 til 1:10, og var tí klárt tann besti FLOT-svimjari av teimum sum kappaðust í Herfølge í morgun, hóast hinir eisini betraðu seg.
umvegis flot.info
Fyrsta gull
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 10.34:
Havnamaðurin Magnus Jákupsson vann nú gull í Herfølge í 100 rygg við tíðini 1:10.95, sum eisini var persónligt met við meira enn 2 sekundum. Hann vann eisini silvur í Køge í gjár í 200 rygg við tíðini 2:36.31.
umvegis flot.info
Byrjar OK
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 09.24:
Turið, Óluva og Magnus eru komin í finaluna í 50 firvald, Turið eisini í 50 bringu, og her er enn nógv eftir.
umvegis flot.info