Dansk Svømmeunion fingið nýggja heimasíðu

Danska svimjisambandið lanseraði í gjár sína nýggju heimasíðu á www.svoem.org, sum í øllum førum grafiskt sær út til at vera eitt stórt frambrot í mun til hina gomlu. Rættiliga skjótt fer eisini ein onnur síða at koma á www.svoem.dk, kallað Svømmesport, ið tey ætlað skal kunna klára seg kommercielt við tíðina, við tíðindum og videoinnsløgum og bloggum og líknandi. Til tað eru tvey lesandi sett at arbeiða parttíð, til at tryggja at nýtt tilfar verður at finna har hvønn dag. Sí tíðindi her á svoem.org.

svoem.org

Danska svimjisambandið sendir 20 svimjarar á hæddarlegu í Meksiko

Dansk Svømmeunion satsar nú stórt, við at senda heilar 20 svimjarar á 3 vikur langa hæddarlegu í Meksiko. Hartil eru 3 aðrir danskar á undan-hæddarlegu í Leadville í Rocky Mountains í USA, har tey venja heilt uppi í 3000 metrar hædd, í mun til eftirfylgjandi venjingarleguna í 2000 metra hædd í Meksiko. Úrvalsdeildin hjá dønum metir venjing í hæddunum sum ein av orsøkunum til núverandi framgongd og altjóða succés hjá dønum. Hartil senda tey 11 ungar juniorar á venjingarlegu (í vanligari hædd) á Mallorca, alt til at fáa lagt eitt gott venjingarstøði. Og tá hava tey longu verið á venjingarlegu í Slovenia, har tey óku á skíðum. Lesið her á svoem.dk.
Continue reading Danska svimjisambandið sendir 20 svimjarar á hæddarlegu í Meksiko